Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg velji fólkaræði til føroyingar

So er avgerðin tikin. Eg stilli upp fyri Framtakið

Dan Klein, journalistur, Valevni  Framtakið, listi K

Eg vil her geva eina stutta frágreiðing uppá, hví eg havi valt at stilla upp fyri Framtakið, tó at eg í fyrstu atløgu hevði sagt nei til at gerast valevni.

Eg eri skjótt 69 ára gamal og pensjonistur. Havi altíð fylgt væl við í politikki, og samfelagsviðurskiftum. Havi heldur ikki hildið meg aftur í at blanda meg, men tað, sum oftari og oftari undrar er, at okkara samfelag sigur seg hava fólkaræði, men tað er týðuligt, at hetta sokallaða fólkaræði er bara galdandi fyri summar føroyingar, um hetta í heilatikið kann kallast eitt fóilkaræði.

Kanska hava vit bara nakað, sum líkist einum kleptokratii.

Fyri at siga tað stutt, so eru ikki øll líka fyri lógini í Føroyum. Tann størsta orsøkin er, at pressan ikki er uppgávu sína vaksin, og veit ikki hví hon er sett í verðina. Hetta hava leiðslupersónar í KvF langt síðani avdúkað í sending, tey kalla “Pressan”.

Tíðindaleiðari í KvF váttar, at talan er ikki um fólkaræði
Har segði fyribilssetti tíðindaleiðarin tá, Heini Gaard, at fólkaræði var ikki ein opin mikrofon. Tað kann so bara merkja, at KvF vil tryggja sær, at vera kunnað um alt, sum verður breitt út alment, ella í minsta lagi skal kunna stýra hvat sigast skal í almannarúminum. T.v.s. undir eftirliti og kontroll.

Hetta minnir ikki sørt um kommunistarnar, sum sýnist at vera peilimerki hjá fráfarandi samgongu, at hava eftirlit og kontrol við miðlunum, og tryggja sær, at teir eru í pottinum. Eins og tað bar til hjá Rumenska, reyða ørvitisknokkinum, Nicolae Ceausescu, sum avgjørdi, at í kulda og kavarokið, skuldu rumenar ikki kritisera stjórnin bara tí fólki í landinum, frysti til deyðis, tí stjórnarpressan visti at siga, at sólin skein, og tað vóru minst 30 hitastig máld, tá veruleikin var at máld vóru 40 minusstig.

Eg havt lagt mær í geyma, at hendan útsøgnin um “opnu” mikrofonina, ongantíð er afturvíst av KvF, og tí mugu vit ganga út frá, at hetta enn er galdandi, men tað passar eisini sera væl til tað, sum nú hendir í valstríðnum.

Eg eri, og flestu føroyingar við mær, grundleggjandi ósamdur við útsøgnini hjá hesum tíðindaleiðaranum og stovni, tí, fólkaræðið er júst ein opin mikrofon. Fólkaræði er at skifta orð – eisini um ósemjur, fyri at gerast klókari, og finna semjur.

Tá eg nú havi valt Framtakið, sum politiskan pall á valinum, kemst hetta ikki av ongum. Hesin flokkurin hevur frá fyrsta degi av verið marginaliseraður, hunddálkaður – og útspiltur uppá tað grovasta.

Sjálvt tónleikurin í SvF skal stýrast. “Smagsdómarar” eru settir at uppdraga almenningin í hvør tónleikur er góður, og hvør tónleikur ikki er borðbærur, at senda. Hetta førdi náttúrliga til, at færri og færri lurta eftir. At ditta sær at uppdraga vaksin fólk, verður ikki góðtikið millum “hampafólk”, og tey finnast í øllum flokkum.

Fríur kannabis-heilivágur var ringur at svølgja
Bara tí persónarnir aftanfyri hetta krav høvdu gjørt av, at stovna ein politiskan flokk, so illa sjúk fólk við ringari pínu, kundu fáa linna við at javnstillast við danir, og tí eisini kundu hava atgongd til kannabis, sum heilivág, hugdu øll “skeivt” uppá teir og tey, sum settu fram hetta sum politiskt krav.

Og, ja! Allir flokkar, miðlar, ávís fakfeløg, og almennir stovnar, fóru í hernað. Hesin flokkur skuldi ikki fram, bara tí hann vísti á tann órætt tey sjúku vóru fyri. Tað prógvaði bara, at teir sokallaðu “etableraðu” flokkarnir onki høvdu vilja gjørt fyri hesar píndu sálir.

Moralur er góður; dupultmoralur er dupult so góður. Flestu flokkar hava nú kunngjørt, at teir eru fyri, at tey illa sjúku skulu hava atgongd til kannabis heilivág. Ikki tí tey meina tað, tey siga, men av berari neyð, vilja flokkarnir bara spæla við, fyri soleiðis, at sleppa undan Framtakinum, sum “hini” so bara hava marginaliserað, og siga um flokkin, at hann er fyri at geva kannabis frítt sum rúsevni. At tað hvørki er rætt ella satt, hevur ongan týdning.

Fyri teir etableraðu sannleiksapostlarnar, er sannleikin oftast tann størsti fíggindin, og lygnin størsti vinurin. Kynstri hjá veljarunum er at síggja í gjøgnum tokuna av politiskum opiumsroyki, sum livir væl millum flokkarnar í løgtinginum, har tær “skeivu” avgerðirnar verða tiknar av teimum “skeivu” orsøkunum, og teimum “skeivu” politisku umboðunum. Tí at velja nakað annað, og annarleiðis, sum er rætt og neyðugt.

Samfelagið er nógv, men bara ikki eitt fólkaræði
Hendan marginaliseringin hevur verið leikluturin hjá hesum flokkinum, gjøgnum stóran part av valstríðnum, og tað hevur onki við fólkaræði at gera. Tá so løgmaður dittaði sær at sláa uppá trummur fyri, at føroyingar høvdu fólkaræði, tendraði tað onkusvegna í neistan, at upplýsa føroyingar um, at vit kunnu kallað samfelagið mangt og hvat, men bara ikki fólkaræði.

Øll verða ikki viðgjørd eins eftir lógini. Dømini eru mong, og eisini skjalprógvaði. Tey, sum ikki verða told, koma inn í ein “alternativan” heim, har tey ongi rættindir hava. Verða dømd og fordømd, sum tað nú einaferð passar politisku "samfelagsskurkunum", men tað kunnu vit koma aftur til seinni.

Tað var størsta fakfelag í landinum, Starvsmannafelagið, sum segði seg vilja skjóta hetta valstríð í gongd við einum orðaskifti, har allir flokkar skuldu verða innbodnir at luttaka.

Men bara éin flokkur varð hildin uttanfyri!

Framtakið slapp ikki upp í part, bara tí flokkurin stendur fyri at geva illa sjúkum møguleika fyri linna av ringari sjúku, og fría atgongd til kannabis heilivág.

Tí  velji eg fólkaræði til føroyingar,  og tí valdi eg Framtakið. Tað er orsøkin at eg havi valt at stilla upp á løgtingsvalinum, 31. August 2019.

Gott val!