Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg ynski at føra Sjálvstýrisflokkin aftur á rætta kós

Vilja vit, at Sjálvstýrisflokkurin skal reisast og sjálvstýrishugsjónin mennast, so er tíðin komin til leiðslu- og strukturbroytingar í flokkinum. At gera hetta til veruleika bjóði eg meg fram sum leiðara hjá Sjálvstýrisflokkinum

Eg ynski eftir komandi løgtingsval at bjóða meg fram sum formann Sjálvstýrisfloksins at føra flokkin aftur á rætta kós.** Mítt ynski er, at vit venda aftur til sosialliberalistisku hugsjónina, sum flokkurin er grundaður á. Lat meg nevna tey í stuttum:

• Virkað verður fyri at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni.

• Samfelagið byggir á privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring.

• Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi.

Við hesum grundarlagi kann Sjálvstýrisflokkurin tryggja vælferðina hjá hvørjum einstøkum borgara, at fremja rættvísan sosialan politikk og at verja og menna føroyskan siðaarv, mál og mentan.

Tíðin komin til broytingar

Tað, at eg bjóði meg fram eftir løgtingsvalið, er av teirri einføldu orsøk, at trý formansval innan ein mánað er meiningsleyst. Hvat munagott fær ein formaður gjørt millum 20. og 25. oktober – ella frá 25. oktober til beint eftir valið?

Vilja tit at Sjálvstýrisflokkurin skal reisast, og sjálvstýrishugsjónin mennast, so er tíðin komin til leiðslu- og strukturbroytingar í flokkinum.

Fyri at gera mína fráboðan meiri ítøkiliga, so fari eg at nevna trý dømi um, hvussu eg miðvíst fari at arbeiða fyri flokkinum og føroyska samfelagnum sum heild:

• Sterkari nærumhvørvi

• Sterkari fíggjarligt grundarlag

• Sterkari vinnulív

Hesi punkt hanga sera neyvt saman, og við áræði, vilja og hegni, ber til at skapa einar sterkari og fjølbroyttari Føroyar.

Sterkari nærumhvørvi

Føroya Løgting má viðurkenna Føroyar sum eitt fjølbroytt oyggjarsamfelag.

Mítt uppskot er, at vit býta Føroyar upp í 7 kjarnuøki, har hvørt øki hevur sína náttúrligu styrki. T.d. kundi verið skilagott, at Vágar hevði ferðavinnu og samferðslu sum kjarnuøki, meðan Norðoyggjar kundu havt fiskivinnu sum kjarnuøki.

Fyri at gera niðurstøður um hvussu hetta verður skipað á bestan hátt, er tó neyðugt við eini gjølligari kanning og politiskum kjaki. Tá kjarnuøkini eru staðfest, ber til at arbeiða eftir einum langtíðar leisti, har nýggir almennir stovnar verða sentraliseraðir í júst tí kjarnuøkinum, sum frammanundan er definerað. Hugsað verður tó ikki um miðfyrisitingina í hesum sambandinum.

Við hesum høvdu vit fingið eitt sterkari nærumhvørvið kring allar Føroyar – bæði tá hugsað verður um avbjóðandi størv og eisini menning av hvørjum einstøkum øki sum heild.

Sterkari fíggjarligt grundarlag og sterkari vinnulív

Fyri at halda føroyska vælferðarsamfelagnum á einum hóskandi støði, mugu vit hava fleiri pengar at arbeiða við – vit mugu útflyta fleiri vørur ella við øðrum orðum, innflyta meira pening.

Mítt uppskot í hesum sambandi er, at vit nú veruliga fara at satsa uppá ferðavinnuna. Við ferðavinnuni fáa vit gestir til Føroyar at brúka pengar, samstundis sum vit ikki økja um útreiðslurnar í sambandi við vælferðartænastur, sum hesi sjálvandi ikki brúka. Man kann siga, at vit fáa økt fólkatalið uttan at økja um almennu útreiðslurnar.

Fyri at skapa karmarnar hjá privata fyritaksseminum, er neyðugt við tíðaravmarkaðum stuðli frá tí almenna. T.d. við at lata stuðul til íløgur innan ferðavinnuna, ella við at frítaka feløgum at gjalda skatt komandi 10 árini. Hendan skipan má tó ikki standa einsamøll, men tað er alneyðugt at seta ferð á fleiri tiltøk innan ferðavinnuøkið.

Hetta hevði aftur skapt einar sterkari og fjølbroyttari Føroyar.

Lat meg taka samanum

Til seinast ynski eg at leggja dent á, at mítt mál als ikki er at taka grundarlagið undan miðstaðarøkinum – heldur tvørturímóti. Við einum sterkari og fjølbroyttari Føroyum, verða høvuðsstaðurin og miðstaðarøkið helst størstu vinnararnir. Tað man verða lítil ivi um, at høvuðsstaðurin er best útgjørdur at taka ímóti ferðafólki – serliga tá hugsað verður um kaffistovur, matstovur, náttklubbar, gistingarhús o.s.fr.

Við hesi fráboðan heiti eg tí á allar veljarar, bæði sjálvstýrisveljarar og onnur við somu hugsjónum, um at velja ein sterkan formann til komandi løgtingsval.

Jógvan Skorheim,

valevni Sjálvstýrisfloksins til løgtingsvalið

og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu