Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eiðis kommuna við nýggjari heimasíðu

Eiðis kommuna hevur í dag fingið nýggja heimasíðu. Tað er lokalur serkunnleiki úr Eiðis kommunu ið hava staðið fyri heimasíðusmíðinum. Vøkru myndirnar hava Jóhan Ó. Sigurðsson, og Sigmar M. Mørkøre tikið.

Heimasíðan er liður í eini ætlan at gera kommununa meiri sjónliga.

Borgarstjórin sigur “Hetta er eitt sera stórt stig tann rætta vegin, við hesi heimasíðu, kunnu okkara borgarar fáa eina munandi betri tænastu. Heimasíðan ið er sera upplýsandi, er sjálvandi eisini ein liður í at fáa fólk at trívast og flyta til kommununa.

Við hesi heimasíðu kunnu vit vísa øðrum á okkara lága skattaprosent, høga barnafrádrátt og okkara bíligu grundøki, og tað er sum vera man sera umráðandi.”

Leinkja til heimasíðuna: www.eidi.fo