Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik hevur pant í horukassa

Dan Klein --- 30.08.2017 - 08:45

Perlur: Eik hevur kravt hetta húsið á tvang fyri eitt pant uppá kr. 331 túsund, men føroyski bankin fíggjar okkum vitandi ikki virksemi í húsinum. Hetta avdúkaði Oyggjatíðindi 4. desember 2009.

Húsið stendur í Klejnstrup í Vinding. Adressan er Skjernvej 232, 75000 Holstebro.

Eigarin er Jan Schmucker Jensen. Hann býr í Týsklandi.

Húsini hava verið og verða brúkt til horulevnað, og tað hava panthavarnir vita av, bara teir hava havt viljan, at eftirkanna hetta.

Men húsini eru ikki nýggj. Tey eru frá 1898, og eru 102 m2 til støddar.

Eitt er, at Eik eigur eitt pant uppá góðar 331 túsund krónur í húsunum, men ein annar persónur er, sum sker í eyguni. Hann eitur Jens Peter Svendsen.

Í Føroyum er hann ikki kendur, men í Danmark er hann kendur fyri at keypa “líkkistur” (gomul hús) á tvingsilssølu, og hevur hann eisini átt hesi húsini, og eigur framvegis 140 túsund krónur í pantirætti í húsinum.

Oyggjatíðindi hevur havt ein mann á staðnum, at hyggja eftir ognini, og at kanna eftir um ognin veruliga verður brúkt til skøkjulevna.

- Tað er eingin ivi um, at menn fáa lætt trýstið í hesum húsinum, og tað er uttan mun til um húsini eru lýst á tvang, sigur kelda okkara úr Danmark um pantaða horukassan hjá Eik.