Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik kann ikki senda børnum bræv uttan samtykki frá foreldrunum

Brúkaraumboðið er gjørt varugt við marknaðarføringsháttin hjá Eik Banka mótvegis børnum og ungum. Eik Banki hevur sent persónlig adresserað brøv við lýsingarblaðnum “At vera taanáringur” til kundar, sum fylla 13 ár. Tó hevur Eik Banki samstundis sent foreldrunum bræv við kunning um innihaldið í brævinum til barnið.

§ 8, stk. 1 í marknaðarføringslógini sigur um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum fylgjandi:

“Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.” ”Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring” nevnir í sambandi við persónliga send brøv (direct mail) fylgjandi:

”Børn og ung kunnu ofta ikki sjálvi gjøgnumskoða vinnuliga endamálið við lýsingabrøvum, ið eru send til tey persónliga. Tað er sostatt vandi fyri, at eitt barn leggur størri jaligt virði í brævið, tí áheitanin er send teimum persónliga.

Marknaðarføring sum persónliga adresserað reklamubrøv til børn og ung mugu ikki sendast uttan at samtykki er fingið til tess frá foreldrunum, ella um tað er neyðugt ella natúrligt orsaka av sáttmálabinding.

Tá foreldrini hava givið samtykki til persónlig reklamubrøv, og brøv síðan verða send beinleiðis til børn og ung, má hædd verða tikin fyri ásetingunum í hesi vegleiðing.

Eitt samtykki: Skal vera gjørt ítøkiligt, tað vil siga, at tað klárt og uttan iva skal vera ávíst, hvat samtykki verður givið fyri, og tað skal framganga, hvussu samtykkið verður tikið aftur.”

Eik Banki hevur í sambandi við málið sagt frá, at stovnan av konto – inntil barnið er fylt 15 ár – krevur samtykki frá foreldrunum. Brúkaraumboðið er tó av tí fatan, at eitt slíkt samtykki ikki samstundis inniheldur samtykki til eftirfylgjandi marknaðarføring mótvegis barninum. Eftirfylgjandi marknaðarføring krevur lógligt samtykki, tvs. eitt serstakt ítøkiligt og kunnandi samtykki.

Í sambandi við framhaldandi kundasamband kann talan vera um neyðuga og natúrliga kundarøkt sum ein avleiðing av sáttmálabindingini. Til dømis vil kontoavrit vera ein natúrlig fylgja av samskiftinum millum partarnar. Kunning um nýggjar vørur og/ella tænastur er hinvegin marknaðarføring. Í hesum ítøkiliga døminum kann marknaðarføringin av millum annað møguleikanum fyri útvegan av einum altjóða gjaldkorti – av tí at kontoin nú broytir status – ikki metast sum verandi ein neyðugu og/ella natúrlig fylgja av samskiftinum við barnið.

Brúkaraumboðið hevur tí boðað Eik Banka frá, at í tí ítøkiliga døminum er talan um marknaðarføring, og at persónlig sent brøv eftir fatanini hjá Brúkaraumboðnum tí ikki kann sendast barninum uttan samtykki frá foreldrunum smb. § 7.1 í “Vegleiðingini um børn, ung og marknaðarføring”. Brúkaraumboðið hevur harumframt gjørt vart við, at tað at senda út føðingardagsheilsanir til børn eisini er marknaðarføring, nevniliga “branding”, og kann tí heldur ikki sendast børnum uttan samtykki frá foreldrunum.

Eik Banki hevur sum fylgja av hesum málið broytt mannagongd, soleiðis at persónlig brøv framyvir sendast foreldrunum, sum so avgera um brævið skal gevast barninum. Eik Banki samstarvar nú við Brúkaraumboðið um orðing og framferðarhátt í sambandi við at fáa til vega eitt lógligt samtykki.

Brúkaraumboðið hevur staðfest, at Eik Banki hevur tikið áheitanina frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og ger tí ikki meira við málið. Brúkaraumboðið fer tó nú at kunna hinar peningastovnarnar um fatanina hjá Brúkaraumboðnum viðvíkjandi marknaðarføring mótvegis børnum og ungum, soleiðis at peningastovnarnir kunnu broyta mannagongd um so er, at ein líknandi leistur verður nýttur.