Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik minkar um deildarnetið og starvsfólkatalið

Virksemið verður nú lagað til marknaðarstøðu bankans, og hetta merkir m.a., at deildarnetið og starvsfólkatalið minka.

Eftirspurningurin eftir bankatænastum í Føroyum hevur verið lakari enn roknað varð við. Eik hevur harumframt staðfest, at tørvurin á smærri deildum kring landið ikki er tann sami sum áður. Avgerð er tí tikin um at minka um deildarnetið samsvarandi hesum, umframt at niðurlaga starvsfólkahópin.

Tann 13. februar lata deildirnar í Vestmanna, Fuglafirði og við Norðskála aftur. Á deildini á Sandi verða upplatingartiðirnar broyttar soleiðis, at deildin er opin ein dag um vikuna.

Eyðvitað er, at kundar í ávísum økjum fara at merkja hetta, eisini á neiligan hátt. Í Eik ynskja vit framhaldandi at veita góða ráðgeving við kundanum í fokus, eins og tíðarhóskandi og brúkaravinarligar tænastur skulu mennast til tess at bøta um ta broyting, sum fer fram. Hetta skal gerast samstundis sum bankin er hóskandi skipaður við starvsfólki og deildarneti.

Nakrar størri deildir verða styrktar, eins og víðkað verður um upplatingartíðir og arbeiðsøki hjá Kundatænastuni. Kundatænastan verður í størri mun mannað við kundaráðgevum, sum kunnu veita ráðgeving umvegis telefon og teldupost. Harafturat verða teldupostar og telefonir svaraðar til kl. 17.30 á kvøldi frá mánadegi til hósdag.

Starvsfólkatalið minkar við umleið 26 heiltíðarstørvum.

Eftir broytingina eru seks kundadeildir í Eik, umframt høvuðsdeildina, og talið av fulltíðarstarvssettum er 167.

“Tað er harmiligt at fremja slíkar broytingar og at siga dugnaligum starvsfólkum úr starvi. Men tað er neyðugt at laga okkum til tann veruleika, at verandi bygnaður og starvsfólkatal ikki er í samsvari við virksemið. Harafturat eru broytingarnar neyðugar fyri at betra um kappingarføri okkara”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.