Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið hevur avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, ið skal fylgja gongdini og greina hvørja avleiðingar úrslitið av fólkaatkvøðuni í Stóra Bretlandi um ES limaskap kann fáa fyri Føroyar. 

- Í løtuni veit ongin ítøkiliga hvørjar avleiðingar Brexit fer at fáa fyri viðurskiftini hjá Stóra Bretlandi við umheimin, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Nógvir ósvaraðir spurningar eru í mun til hvørjar avleiðingar Brexit fær fyri Føroyar innan handil, fiskivinnu og onnur øki. Tørvur er tí á, at landsstýrið fylgir gongdini væl og ger neyðugu greiningar, so vit hava haldgott grundarlag at taka stig fyri at tryggja føroysk áhugamál.

Arbeiðsbólkurin verður mannaður við embætisfólki úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Løgmansskrivstovuni, Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og sendimanni Føroya í London. Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir og samskipar arbeiðið.