Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein býarmynd fyllir 100 ár

Fríggjadagin helt Nanna Skála 100 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin í roykstovuni í Kirkjubø, har hópur av fólki kom at heilsa uppá nú seinnapartin. Borgarstjórin ynskti tillukku við degnum vegna býráðið. 

- Tú hevur verið ein býarmynd í Havn í eina heila øld, og tí er sjálvsagt, at nærum øll kenna teg. Mong kenna teg væl, tí tú hevur sett djúp spor eftir teg á fleiri økjum, hevur knýtt nógv sambond og gjørt eitt meiningsfult arbeiði á fleiri økjum, sum so mong hava notið væl av.

- Eg kom at kenna teg sum heilt ungur. Eg hevði skatt mær ryggin av kappróðuri, og Essa Arge, yvirlækni, gjørdi mær púra greitt, at skuldi skil fáast á aftur, so mátti eg fáa veruliga og professionella hjálp - og tí sendi hann meg heim til tín at fáa fysioterapi. Og væl riggaði - eg gjørdist frískur og vann nógvar róðrar aftrat eftir tað!

- Lívsverk títt kann á mangan hátt samansjóast í hugtakinum: Ein sunn sál í einum sunnum likami! Tú arbeiddi í langa tíð saman við okkum í Ítróttasambandi Føroya við upplýsing at leggja ungdóminum lag á, so tey ikki fóru at roykja, og annars livdu eitt sunt lív.

- Tú myndaði Tubbaksráðið. Tú vart so íðin at ganga á dagbløðini, at ein stuttlig søga heima í Havn er, at prentararnir høvdu lýsingar móti royking í øllum støddum liggjandi, sum kundu brúkast sum ífylla, um pláss var, tá síðurnar skuldu umbrótast. Ofta vóru fleiri lýsingar móti royking í sama blað - og onkuntíð kundi ein grein um skaðiligu árinini av royking fylgja við eisini! - Tú týddi sjálv úr útlendskum málum til føroyskt, vinkonan Daniella Olsen, sum nú situr 102 ára gomul á Boðanesheiminum, hjálpti við rættlesingini.

- Tú strandaði sum kunnugt í Danmark undir krígnum. Har fekst tú útbúgving sum fysioterapeut, og heimafturkomin eftir kríggið gjørdi tú nakað, ið tá var heilt óvanligt fyri konufólk - tú bygdi tær hús! Tað var vorðið nakað trongt uppi hjá foreldrunum Amaliu og Nikláa á Dalavegnum - tit vóru jú 6 systkin!

- Tað var nú kanska ikki so løgið, at tú hevði dirvið at byggja tær hús. Tí tú arbeiddi leingi í Havnar Timburhandli og visti meira um timbur, seym og skrúvur enn flestu mannfólk!

- Sjúkraverkið hevði stóra virðing fyri tínum arbeiði, tí fekst tú nógvar ávísingar frá bæði sjúkrahúsinum og kommunulæknum. Tú gjørdi eisini eitt stórt arbeiði at fylgja við menningini, m.a. arbeiddi tú bæði í Skotlandi og í Svøríki - og í dag vita vit, at tað var haðan, tú fekk hesa "heilbrigdishugsjónina" um rúsdrekka og royking.

- Seinni komst tú at arbeiða saman við Inga Mohr og Jákupi Lindenskov at seta eitt viðgerðarheim á stovn í Føroyum. Hetta var byrjanin til Heilbrigdið á Velbastað - í byrjanini bert sum sjálvboðið og ólønt arbeiði - men valla var heimið nakrantíð veruleiki uttan títt slóðbrótandi arbeiði.

- Tú hevur havt eitt virkið lív og hevur fylgt tíni egnu uppskrift - helst er tað tí, tú ert so væl fyri sum 100 ára gomul. Ein sunn sál í einum sunnum likami minnir ikki sørt um slagorðið hjá Tórshavnar kommunu, um at vera virkin og vakin - alt lívið! Og í dag hava vit gjøgnumført ein stóran part av teimum átøkum, sum tú arbeiddi so hart fyri, serliga tá tað snýr seg um roykibann.

- Nanna - eg fari kommununar vegna at takka tær hjartaliga fyri tín stóra innsats og títt ótroyttiliga arbeiði, okkum øllum til gagns og frama. Eg hevði vónað, at tað vóru fleiri sum tú, tí so vóru vit veruliga virkin og vakin - alt lívið!

- Hjartaliga takk og enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu.