Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein góð móttøka

Øll skulu kenna seg at verða vælkomin í Tórshavnar kommunu. Tí handar kommunan øllum nýggjum borgarum ein vælkomupakka.

- Hetta var stuttligt. Eg kenni meg vælkomna í Tórshavnar kommunu. Soleiðis segði 31 ára gamla Elin Jacobsen, tá hon í dag flutti til Tórshavnar kommunu.

Elin fekk fyrsta vælkomupakkan, sum Tórshavnar kommuna letur øllum tilflytarum. Í pakkanum eru fleiri hentir upplýsingar, sum skulu gera tað so ómakaleyst sum gjørligt hjá tilflytarum at flyta til kommununa. Haraftrat er atgongumerki til skoytibreytina, svimjihøllina og Sjósavnið umframt ein heilsan frá borgarstjóranum.

- Tá eg tosi við fólk, sum eru flutt til kommununa fyri kortum, hoyri eg ofta, at tey valdu Tórshavnar kommunu, tí møguleikarnir eru nógvir og tilboðini innan alt frá ítrótti til barnaøkið framúr, sigur Heðin Mortensen millum annað í heilsanini til allar tilflytarar.

Elin Jacobsen hevur búð í Keypmannahavn í hálvtannað ár saman við soninum. Hon hevur tikið eina kandidatútbúgving í pedagogiskari sosiologi og var onga løtu í iva um, at hon skuldi aftur til Føroya at búgva.

- Henda móttøkan ger tað bæði lættari og enn stuttligari at flyta heimaftur, sigur nýggjasti borgarin í Tórshavnar kommunu.

- Vit ynskja at hoyra søguna hjá øllum tilflytarum. Og kommunan hevur ymiskt upp á hjartað, sum vit ynskja at greiða fólki frá. Tí fara vit eisini undir at bjóða øllum tilflytarum til eitt kunnandi kvøld við einum løttum bita og undirhaldi, leggur Heðin Mortensen aftrat.

Seinastu árini eru 1100 fólk flutt til Tórshavnar kommunu árliga.