Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein iPad og 5 x 1.000 kr.

Á fólkafundinum 21-22. september í Hoyvíkar skúla skipaðu Javnstøðunevndin og Demokratia fyri kappingum. Javnstøðunevndin skipaði fyri atkvøðukapping, sum var soleiðis skipað, at luttakararnir kundu koyra litføgur bomm í sjey ymisk gløs umboðandi ymisk samfelagsøki, sum tey hildu vera mest átroðkandi hjá Javnstøðunevndini at arbeiða við. Nevndirnar komu á henda hátt í samband við nógv fólk, sum søgdu teirra hugsanir og ynski.

480 bomm komu í gløsini, og evnið “fólkafráflyting” var toppskorari við 148 atkvøðum. 83 atkvøddu fyri “ungfólk og javnstøða”, og 76 atkvøddu fyri “barsil og javnstøða”. Undir “annað” komu nógv áhugaverd uppskot inn, sum Javnstøðunevndin fer at kanna nærri.

Á básinum hjá Demokratia kundu tey vitjandi tippa, hvussu kynsbýtið millum tey valdu á bý- og bygdaráðsvalinum 13. november fór at vera. 156 fólk – 89 kvinnur og 67 menn - tóku lut í. Flest (20%) tippaðu, at 65% menn og 35% kvinnur fóru at verða vald. 13% gittu 60% menn/40% kvinnur, og 12% gittu 70% menn/30% kvinnur.

Tá bý- og bygdaráðsvalið var av, vísti kynsbýtið seg at vera 72% menn/28% kvinnur, og tað høvdu bara fimm fólk gitt.

Ætlanin var at draga tríggjar vinningar à 1.000 kr. millum tey, sum gittu rætt. Men Demokratia hevur gjørt av at lata øllum fimm, sum gittu rætt, vinning à 1.000 kr. Vinnararnir vóru: Signhild Joensen úr Klaksvík, Jana Mittún, Tórheðin Thomsen, Rói á Skipagøtu og Kárhild Djurhuus, øll úr Hoyvík. Millum tey, sum tóku lut í kappingini kappingini hjá Javnstøðunevndini, varð drigið um ein iPad. Vinnarin var Bogi á Steig, Klaksvík.