Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein long ferð

TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPAN: Skiftandi samgongur hava tey seinastu 10 árini roynt at geva føroyingum eina nýggja pensjónsskipan, sum klárar framtíðarinnar krøv. Hetta hendir 57 ár eftir, at føroyingar fingu fólkapensjónina, sum er ein brikkur í stóra putlispælinum
 
Ingolf Olsen, journalistur – PRESS
 
Í juni vóru tað 10 ár síðani, at landsstýrið setti ein arbeiðsbólk mannaðan við serfrøðingum at gera eitt uppskot um eina nýskipan av øllum tí føroyska pensjónsøkinum, og hóast nógvar frágreiðingar og nógv álit eru skrivað síðani tá, eru bert tvær grundleggjandi broytingar – nýskipanir – hendar á pensjónsøkinum hesi árini: Tvungna eftirlønaruppsparingin og forskattingin av pensjónunum, sum ABDH-samgongan (Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin) setti í verk á vári 2013.
 
Broytingarnar, sum nýggja CEF-samgongan (Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn), gjørdi seinasta vetur, fingu sera nógv uppmerksemi og nógvar atfinningar, tí tær pilkaðu við eitt øki, sum fleiri ynskja at friðhalga, nevniliga grundupphæddina í Fólkapensjónini. Hon bleiv lækkað, samstundis sum at útgjaldið úr Samhaldsfasta varð hækkað.
 
Men talan var tó um justeringar av veitingum í verandi skipanum og ikki um nakra nýskipan.
 
ABC mundi..
Í seinastu ABC-samgonguni (Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin) árini 2008-2011 var at síggja til ógvuliga nær við, at ein politisk semja fekst um eina pensjónsnýskipan. Semja var í politiska fylgibólkinum um 12 uppskot til lógarbroytingar, ið tilsamans skipaðu alt pensjóns- og eftirlønarøkið av nýggjum.
 
Lógaruppskotini og fylgiskjølini fyltu eina bók á 344 blaðsíður, sum táverandi landsstýrisfólkini Rósa Samuelsen, almannamálaráðharri, Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri, og John Johannesen, heilsumálaráðharri, bóru løgtinginum 1. mars 2011.
 
Men semjan var ikki kjølfest í øllum flokkunum, tá til stykkis kom. Tey 12 málini blivu ikki avgreidd í tinginum og fullu tískil burtur, tá tingsetan endaði. Um heystið var val til Løgtingið, ein nýggj stjórn tók við – ABDH-samgongan.
 
ABDH roynir..
ABDH-samgongan fekk heldur onga breiða semju um nakra pensjónsnýskipan, men samtykti sum nevnt einsamøll tvungnu eftirlønaruppsparingina og forskattingina av uppspardu eftirlønunum. Hetta var gjørt við ”Løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn” (eftirlønarlógin).
 
..og sitandi samgonga
Nú ætlar sitandi samgonga so at gera arbeiðið liðugt og fáa eina breiða semju um eina pensjónsnýskipan.
 
Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan vil gera eina nýggja pensjónsskipan, sum skal tryggja øllum góða pensjón og samstundis rætta teir ójavnar og haldføristrupulleikar, sum komu í við forskattingini av pensjónum.
 
Hetta er nærri lýst soleiðis:
”Arbeiðið í pensjónsbólkinum heldur fram. Pensjónsnýskipanin skal vera búskaparliga haldfør og lutvíst samhaldsføst, og hon skal tryggja, at peningarenslið í størri mun er í føroyska samfelagnum. Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum. Skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur, um tey hava hug og møguleika til tess. Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri, og hon skal rætta avleiðingarnar av, at farið varð undir at forskatta pensjónirnar. Uppskot um pensjónsnýskipan verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á heysti 2016.”
 
………………………………………..
 
Søgan um fólkapensjónin

Forsøgan til føroysku fólkapensjónina, sum hon sær út í dag, er í stuttum henda:
 
Fyri 1949 fingu fólk eldri enn 60 ár ellisrentu fýra ferðir um árið, um tey onki áttu, og onga aðra inntøku høvdu. Ellisrentan varð ásett eftir eini tørvsmeting.

Í 1949 hækkaði ellisrentualdurin til 65 ár, samstundis varð ellisrentan munandi hækkað, og ein bíðiviðbót kom afturat. Landskassin og danski statskassin fíggjaðu ellisrentuna við hvør sínari helvt.

Í 1959 var fólkapensjónin sett í verk. Nú varð pensjónin ikki longur ásett eftir tørvsmeting. Ein minstaupphædd (grundupphædd) varð ásett, men onnur inntøka var tó mótroknað í henni. 
Pensjónin varð sjálvvirkandi prísjavnað tá, og pensjonistar yvir 80 ár fingu eina serliga aldursviðbót. Eitt tvungið fólkapensjónsgjald á 1 prosent varð ásett.

Í 1961 fingu kvinnur, sum vóru giftar við pensjonistum, rætt til fólkapensjón, tá tær vóru 62 ár, og 60 ár, um serlig heilsuviðurskifti talaðu fyri tí.

Í 1967 fingu øll eldri enn 67 ár fulla grundupphædd, og pensjónsviðbótin varð innførd. 

Pensjónsgjaldið hækkaði úr 1 í 2,5 prosent.

Í 1970 var serstaka pensjónsgjaldið strikað og fólkapensjónin skattafíggjað.

Í 1972 vórðu møguleikarnir at fáa pensjón frá 60 ára aldri víðkaðar.

Í 1975 var umsitingin av fólkapensjónini yvirtikin á føroyskar hendur.

Í 1988 varð farið yvir til at roknað pensjón til hjún hvør sær, soleiðis at grundupphæddin bert varð rokna eftir egnari inntøku.

Í 1993 varð bíðiviðbótin tikin av, og sjálvvirkandi prístalsjavningin steðgað.

Í 1994 fekk landsstýrið heimild at gera reglur fyri javning.

Í 1999 kom pensjónslógin, sum enn er galdandi. Tá bleiv grundupphæddin til eina skattafría nettoveiting, sum onnur inntøka ikki longur kundi mótroknast í.
 
TEMA UM PENSJÓNSNÝSKIPANINA: Heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum varpar ljós á arbeiðið at umskipa pensjónsøkið til framtíðina, sum er eitt av teimum stóru málunum hjá hesi samgonguni. Hettar er seinasta greinin í greinarøð av fimm, sum Ingolf S. Olsen, journalistur, PRESS, hevur skrivað.