Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein megnar kvinna

Hjartanemandi og ikki sørt beinreikin var samrøðan ið Kringvarpi hevði við stigtakarin av " Í menniskjum góður tokki ". Tað verður trupult við fáum orðum, at seta orð á eitt menniskja, ið av næstra kærleika og sjálvboðin, tekur sakina í egnar hendur. Eina sak sum hon brennur fyri, har hon setur fokus á tey á niðastu rók í okkara samfelagi.

Heilar 500 familjur søktu nevnda felagsskap, um ein fíggjarligan fløva í fjør upp undir jóltíðir. Hesar familjur og helst einstaklingar eisini, sum ikki høvdu tann fíggjarliga førleikan ið var neyðugur, til fáa eini hugnalig jól, hjá sær og sínum. At henda megnarkvinna hevði tað menniskjaligu orku, til at samskipa eina innsavnan, frá einstaklingum og vinnufyritøkum, soleiðis at endaliga úrsliti gjørdist 1,2 milliónur krónur, ja ein hevur ikki orð fyri tí. Ikki minni einastandandi er, tá hugsa verður um tí heilsuligu støðu hon er og hevur verið í.

Aftur í ár hevur hon tikið stig til sama tiltak, eins og hon hevur upp raðfest tað innsavnan sum fer fram nú upp til jólar. Í millum annað kemur bóklingur í hvørt hús, har familjur greiða frá tí syndarligu fíggjarligu støðu, tey vóru í, tá tey søktu um nevnda stuðul. Eisini verður sett ljós á við hesa innsavnan, við at lyst verður á mjólkapakkum fr áMBM, sum verða seldir upp til jóla, o.s.fr.

Spurd av Kringvarpinum, um støðan hjá nevndu fólkum var batna síðan í fjør, so ásannaði hon, at tað metti hon ikki.

Tað má sigast verða lagnunar speisemi, at samstundis sum nevnda innsavnan er farin av barkastokki, so er dómur fallin í einum málið, har partaeiganir í einum felagi ikki eiga at gjalda skatt av út við 200 millionum krónur. Peningur sum teir hava tikið út úr felagnum, og aftaná flutt peningin í eitt holdingsfelag, sum tað fínt eitur.

Eg havi fulla respekt yvur fyri hesum monnum, sum við ágrytni og treysti hava givið okkara samfelagi so nógv. Teir góvust ikki á hondum tá ið kreppan var í hæddini fyrst í hálvfemsunum, til dagin í dag.

Hesir partaeigarar hava ikki gjørt tað í duldum ella við óreglusemi, men við kapitalskattalógini í hondini, hevur sakførari teirra vunnið sakina. Sostatt kunna teir við rentun fáa útgoldið úr landskassanum einar 65 milliónir skattafríar krónur. Og advokaturin, haldi tykkum fast, hann fær 4.500.000 krónur fyri ómakin. Sig so tað, um ikki vit hava ein stættarmun í okkara samfelagi.

Ikki nokk við tí, so greiddi teirra sakførari herfyri í fjølmiðli , at hetta er bert toppurin av ísfjallinum. Tí tað koma fleiri onnur felag, at gera sær dælt av holunum í kapitalskattalógini, so landskassin kemur helst, at bløða fyri eitt ótal av milliónum, um ikki holini verða typt í kapitalskattalógini.

So kann ein spyrja, hvar marki er í millum ein lógartekst, og hinvegin totalt anarki, á skatta og kapitalpensiónaøkinum. Eitt er, at fáa fólksins ogn ókeypis, við áræði og hepni, byggja upp eina stóra vinnufyritøkuíð ið hevur eitt milliarda virði, og sum gevur hvørjum einstakum í hesi fyritøku árslønir sum liggja um eina millión. At so eigarnir har afturat, við lógini í hondini kunna drena út við 200 milliónir út úr fyritøkuni, uttan at gjald eitt oyra í skatti, tað er einki minni enn ein gøla.

Eingin ivi er um hvør ið fíggjarliga kemur at bløða fyri tær nógvu milliónirnar. Tað verður sum vanligt a-skattagjaldarin, sum eisini hongur uppá allar mvg eftirstøðurnar,, sum á hvørjum ári høvdu muna gott í tann slunkna landskassa.

Eg haldi tað er skeivt, at geva Taks alla ábyrgdina, tá teirra serfrøði metti, at partaeigarnir eiga at gjalda skatt. Og tað hevði verið upp aftur skeivari um skatt ikki royndií rættarliga vegin, til tess at finna út hvør orsøkin er, at 10-15 partaeigarar, ístaðin fyr at gjalda skatt, stinga yvur hálvt hundrað milliónir niður í lumman skattafrítt.

Er ikki okkurt spinnandi galið í okkara samfelag, tá tey sum hava ráð at gjalda skatt, bara soleiðis uttan víðari kunna sleppa sær undan at gjalda skatt, meðan tann láglønti og miðallønti skattaborgarin skulu fylla upp í aftur landskassan.

USA sum teir mest høgravendu hava sum sítt ideologiskt poltiska paradís, har eru tey múgvandi, millióning og milliararderarnir mest sum friðaðir skattatekniskt, men for hundin, teir gjalda hóast alt 13-15 % í skatti.

Tá íð Óli Breckmann var í velmaktini, var hann forsprákari fyri, at gera Føroyar til eitt skattaparadís, soleiðis sum Isle of Man, og onnur skattaparadís. Tað er als ikki neyðugt, tí Føroyar er við hesum dømi, eitt tað fúlasta skattaparadís í heiminum, væl at merkja, fyri tey múgvandi. Í meðan er omanfyri nevndi felagsskapurin einasta trygdin fyri, at 4-500 familjur og einstaklingar fáa ein fíggjarligan fløva til jólar.

Frank Davidsen