Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein milliard í skattalætta hetta valskeiði

250 milliónir um árið í eitt fýra ára skeið, sigur mær so mikið, at henda upphædd snýr seg um 1000 milliónir krónur ið samgonga hevur forskatta pensiónirnar, frá 2011 til 2015. Hóast hesa ófatuligu upphædd, so hevur skattalættin sambært fíggjarmálaráðharranum ikki havt tað ávirkan á búskapin í mett varð, tá skattalættin var skrumblaður í gjøgnum Tollmessudag 2011. Er hetta ikki at skjóta seg sjálvan í fótin, so veit eg ikki.

Var tað so, at nevndi skattalættin uppá 1000 milliónir krónur hetta valskeiðið hevði komið teimun lágløntu, einstøku uppihaldarnum eins og okkara pensionistum tilgóðar, so hevði nokk eingin havt ilt av tí. Men sum øllum kunnugt, so vóru tað inntøkurnar frá kr. 30.000,. og uppeftir í skúmaðu fløtan av hesum skattalætta.

Meðan hesin skattalættin var avgreiddur uppá 2-3 vikur, so hevur einki verið at frætt nær láglønarbólkarnir fáa sína milliard í skattalætta. Helst er tað samvitskan ið nívur, nú Bill Justinesen herfyri pippaði ein fyrispurning til fíggjarmálaráðharran, viðvíkjandi einum skattalætta til láglønarbólkarnar.

Farfardur svaraði fíggjarmálaráðharrin, at um Bill vildi hava ein skattalætti til láglønarbólkarnar kom landskassanum at missa 270 milliónir krónur árliga. Ikki sørt skelkaður av svarinum frá fíggjarmálaráðharranum, so fór Bill í eitt sindur smærri politiskar skógvar, og legði upp til at taka pensionistarnar burtur úr láglønarbólkinum og geva teimun ein skattalætta. Bill Justinesen var bragligari tá hann var við til at skrumbla skattalættin til hægru inntøkurnar í gjøgnum beint undan jólum 2011.

Eftir stendur at tá hetta samgonguskeiðið er av, hevur sitandi samgonga oysla 1 milliard ella túsund milliónir, bert fyri at bilasølurnar kundu selja nakrar bilar fleiri, enn árini frammanundan. Ein má ásanna,at hetta er fíggjarpolitikkur á høgum støði.

Men hvussu leingi hevði danski fíggjarmálaráðharrin sitið aftaná at hann hevði søpla eina billión krónur burtur í einum skattalætta, við ongum búskaparvøkstri men einans ein vøkstur í bilasølum.

Frank Davidsen