Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein P.h.D. -ari eri IKKI ein doktari

Væl kend man vera søgan um hin danska háaðalsmannin og djarva admiralin Herluf Trolle, sum segði við guðfrøðiprofessaran og reformatiónsmannin Niels Hemmingsen (sum hevði rátt honum frá at seta lívið í vanda einaferð afturat; hann fall tó í sjóbardaganum við Øland í 1564):

Úr savninum, Oyggjatíðindi 9 apríl 1999:

“Mister jeg mit liv, får jeg vel liv igen. Men ved i, hvorfor vi hedder herremænd, hvorfor vi bærer gyldne kæder og har jordegods og vil være yppermere og højere agtet end andre? Derfor har vin u den ære fremfor andre, at når konge og herre, land og rige har det behov, da skal vi rigens fjender afværge; beskytte og beskærme med al magt og formue vort fædrene rige, at vore undersåtter må bo og være udi fred og rolighed. Ja, vil vi hava det søde, så må vi også have det sure med.”

Tað er tó so lætt at prýða seg við ketur og ringar. Myndina av Herluf Trolle brúkti Tróndur á Malarende í minningargrein um Jóannes Patursson í 1946 (Útiseti 1946-1947), sipandi til Herluf Trolle:

“Jóannes bóndi skrýddi seg ikki við gullketur, kravdi ikki æru fram um aðrar.”

Men hetta at prýða seg við meira enn uppiborið er. Niðursmokkingin av universitetunum sæst eisini aftur í hálvakademiskum tituleringum. Ólærdir cand. mag. –ar, ólærdir magistarar.

Tann stóra doktaragradin stendur tó enn sum eitt nú dr.phil., dr.med., dr.jur. (og fleiri). Ein doktor av hasum slagnum hevur “jus docendI”, t.e. rætt til at geva øðrum doktaragrad.

Áðrenn nivelleringin byrjaði var ein cand. okkurt ein “kandidatur” og eftir nógv ára gransking kundi ein kandidatur skriva eina doktararitgerð og fáa hana metta og dømda sum doktararitgerð. Ímillum hesar báðar gradir var ein “licentiatgrad”. So hendi tað, onkuntíð í 1980-árunum, at handan bastard- gradin ph.d. kom inn, svarandi til licientiat gradina. Men ph.d. er ikki ein doktaragrad, men eitt annað navn fyri eina licentiat –grad.

Ph.D.-arar eru tí ikki “doctores”. Teir verða heldur ikki roknaðir sum slíkir, og teir hava ikki rætt til at bera doktararing.

Fyrrverandi rector magnificus á universitetinum í Keypmannahavn, dr. Techn. Ove Nathan, kallaði handan nýgjørda tittulin fyri “en tilsnigelse til en doktorgrad.” Og hann var hart ímóti hesari grad. 

Ein doktari uttan ring er sum ein riddari uttan hest.

Tað gevur at býta á talinum. Doktarar av “tí gamla slagnum” verða bert nakrir fáir um árið.

Men soleiðis smokkaði sjálvt doktaragradin niður. Teir nýggju hálvlærdu klára ikki meira enn ph.d-ið. Og tó kalla teir seg sjálvir og verða kallaðir doktarar.

Tað intellektuella inventarið røkkur ikki longur.

Men handa lygnin er einki minni enn akademiskur svindil. Tað vita tey væl sjálv, sjálvt rektorindan á Fróðskaparsetri Føroya, sum forførdi nakrar danskar universitetsmenn at góðkenna ein meiningsleysan og fjákutan skúlastíl um “almennið” í Føroyum. Hvat tað so er. Tað var bara tí at tað skuldi vera “føroyskt”.

So langt eru vit komnir út á útryðjurnar á tí, sum einaferð skuldi vera vísdómur og vitskapur.

Í einari grein í Dimmalætting 24 juni 1998 (sum eg datt niður á nú ein dagin) skrivar ein “Akademikari”, at talið á ph.d.-lesandi (eftir upplýsingum frá danska granskingarmálaráðnum) 15.03.1997 var 4043! Tað má vera nóg mikið til at siga, at hetta eru ikki “doktarar”, men eitt slag av hálvakademiskum millumteknikarum.

Dr. Phil.-tittul (og hinar nevndu og ónevndu titlarnar) kanst tú bara ikki vinna tær í Føroyum. Bara ph.d., sum sjálvandi í vavi hóskar væl til eitt heimføðisligt og lítið lært heimastýri.

Hasin nevndi “Akademikari, sum eg ikki kenni, skrivar so satt, sum tað er sagt, m.a.:

“Føroysku fjølmiðlarnir, bæði bløð,utvarp og sjónvarp, hava tann heimføðisliga óvana at nevna akademikarar við Ph.D. heiti fyri doktarar. Hetta er heilt burturvið og vísir, hvussu lítið kunnað hesi fjølmiðlafólk eru.... Hesi heiti eru hvørt sítt, og tey í sjálvur sær umboða ikki sama vísindaliga førleika. Ein Ph.D. próvtøka verður staðin eftir trý ára lestur og gransking aftan á kandidatprógv frá hægri lærustovni... Hetta er ein krevjandi útbúgving, men hon kann ikki sammetast við doktaraheiti...

Skuldu vit sammett okkara tøl við Danmarkar-vit eru 1% av dønum-skuldu umleið 40 føroyingar verið undir sum Ph.D. Talan er kanska um fimm.

Til at standa eina doktararitgerð eru krøvini munandi strangari-kravt verður verður, at nýggj vísindalig úrslit verða løgd fram í eini slíkari ritgerð...

Hesi heiti eru altjóða. Í Danmark avloysti Ph.D. heitið hitt gamla licentiat-heitið. Okkara Fróðskaparsetur gevur einans Ph.D.-heiti, ikki Dr.-heiti.

Ein innilig áheitan til okkara fjølmiðlafólk: ”Nevnið eitt fólk við Ph.D. prógvi sum eitt fólk við Ph.D, og ikki sum ein doktara.”

Tað sigur ikki so lítið um tað akademiska støðið í “traðamentanini”, at neyðugt er at endurtaka hesa vælmeintu áminning.

Vónandi verður meira “Gehalt” í fullveldinum, enn í forkelaðum og ólærdum almennum høgt løntum letingum á einari trøð fyri svøvnar í Tórshavn.

Segði nakar akademiskt stakkalastás?

Scriba