Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein samgonga uttan Miðflokkin

Eitt av valevnum hjá Javnaðarfloksins ætlar sær at skipa samgongu uttan um Miðflokkin. Orsøkin er, at hjúnarbandslógin skal broytast, so fólk av sama kyni skulu kunna gerast hjún.

Góði veljari!

Um tú ikki tekur undir við at broyta hjúnarbandslógina, mást tú velja Miðflokkin. Miðflokkurin hevur í mong ár fingið skuldina fyri, at hjúnarbandslógin ikki er broytt. Fyri okkum í Miðflokkinum er tað ein æra at bera hesa skuld. Orsøkin til, at Miðflokkurin fær hendan heiður, er einføld. Talan er um eitt floksmál hjá Miðflokkinum. Tað merkir, at ØLL valevni Miðfloksins hava somu hugsan um hendan spurning. Tað merkir, at um tú velir ein á lista Miðfloksins og ein annar á listanum verður valdur, fer hann at reka sama politikk á hesum øki, sum tann, tú valdi.

Tí aðalmál Miðfloksins er at byggja land á kristna grundvøllin, sum er hin besti at standa á. Kristni grundvøllurin er megin í okkara vælferðarsamfelag. Higartil hava føroyingar verið samdir um stóru og týðandi spurningarnar í samfelagsskipan okkara. At familjan er hornasteinur samfelagsins, sum ST mannarættindasáttmálin staðfestir. At børnini eiga rætt til bæði foreldrini, sum ST barnarættindasáttmálin sigur.

Men nøkur ynskja at taka kristna grundvøllin undan samfelagnum. Tað er vandamikið. Tá hvørvur kraftin í felags samleikanum og sjálvsøkni kemur ístaðin. Har hvør definerar rætt og skeivt eftir egnum høvdi. Har ongin felags samleiki er. Har hjúnarband, familja og barnarættindi verða umdefinerað sum best ber til.

Miðflokkurin vil tryggja øllum føroyingum eina bjarta framtíð, har góðu virðini verja land og fólk okkara. Einans 18 av heimsins 193 londum hava broytt sína hjúnarbandslóg at vera kynsneutrala. Føroyar halda sostatt somu kós sum 174 onnur lond í heiminum. Vit eru ikki einsamøll.

Bill Justinussen