Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo Holm Johannesen, Anne Lone Bagger og Mogens Jensen

Ein støðulýsing av gongdini í Norðurlondum

Á myndini eru frá vinstru: Kaj Leo Holm Johannesen, Anne Lone Bagger og Mogens Jensen.
Í sambandi við at samstarvsráðharrarnir hittust á fundi í gjár, varð frágreiðingin “State of the Nordic Region 2020”, løgd fram í Keypmannahavn. Frágreiðingin er gjørd av norðurlendska granskingardeplinum Nordregio.

Visjónin hjá Norðurlandaráðharraráðnum er, at Norðurlond skulu verða burðardyggasta og mest samansjóðaða øki í heiminum innan 2030. Frágreiðingin gevur eitt umfatandi yvirlit yvir sosiobúskaparligum viðurskiftum í Norðurlondum, og hyggur nærri eftir gongdini, við fokus á tí regionala og kommunali støðinum.

Frágreiðingin vísir, at talið av barnsburðum er fallandi í Norðurlondum. Tað er einans í Føroyum at árliga talið av føddum børnum er hægri enn árliga talið av deyðum, og Føroyar hava eisini tey hægstu burðatølini í Norðurlondum, 2,5 barn pr. kvinnu. Burðatølini í Norðurlondum eru tó samlað sæð hægri enn í ES. Frágreiðingin sigur tó eisini, at átøkini við longdum barnsburðarfarloyvi og góðum barnaansingartilboðum ikki hava stórvegis árin á burðatølini.

Føroyar liggja nr. 16 av 66 regiónum í Norðurlondum, tá talan er um sokallaða Regional Potential Index, sum gevur eina meting av, í hvønn mun økini eru í menning ella hava avbjóðingar. Hetta er 7 pláss hægri enn í frágreiðingini í 2018, og hetta skyldast í størsta mun tí dynamisku arbeiðsmegini. Føroyar hava hægsta arbeiðsfjøld, og lægsta abeiðsloysi í Norðurlondum, eisini tá talan eru um ung fólk.

“Innan norðurlandasamstarvið verður arbeitt av øllum alvi fyri at útinna nýggju visiónina um, at Norðurlond skulu verða heimsins mest burðardygga og best samansjóðaða øki í 2030. Hetta var høvuðsevnið á samstarvsráðharrafundinum, og frágreiðingin um støðuna í Norðurlondum fer at verða eitt amboð, sum vit fara at venda aftur til, og meta okkum upp ímóti, í tí víðari arbeiðinum tey næstu árini. Tað er sera jaligt at síggja, at góða gongdin í føroyska samfelagnum eisini er við til at varpa ljós á okkara land á tí norðurlendska pallinum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.

Mynd: Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir