Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein tikkandi bumba undir samfelagsbúskapinum

Málsetningur um javnvág á fíggjarlógini í 2016

Landsstýrið hevur í fleiri ár arbeitt við einum málsetningi um at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016. Hesin málsetningur sær í løtuni út til at verða óveruligur at náa og upprunaliga er talan uttan iva um ov ambitiøsar málsetningar við tí útgangsstøði, sum samfelagið var í - í 2008, 2009 o.a.

Vit kunnu í løtuni staðfesta, at tað skulu útvegast nógv fleiri inntøkur enn higartil mett og gerast mugu sparingar. Hesar sparingar muga kortini ikki elva til lægri vælferð og fólkaflyting. Hallið í 2013 verður mett til umleið 300-400 mió.kr og møguliga tað sama í 2014.

Avbjóðingin er fyrst og fremst at skapa javnvág í grundrakstrinum, tvs. samlaðar inntøkur minus útreiðslur til vanligan rakstur, íløgur og rentur. Landið hevur í hesum sambandi ein desperatan mangul uppá inntøkur komandi nógvu árini.

Men tað liggja nógv størri búskaparligir trupulleikar fyri framman og tamarhald er ikki á gongdini, hvørki útreiðslunum ella inntøkunum.

Tað er td. óforsvarligt at budgettera við ov høgum inntøkum í 2013 og hareftir leggja útreiðslustøðið. Hetta var júst ein partur av búskaparpolitikkinum í 1980inum og fyrst í 1990inum. Hetta varð gjørt fyri at tekkjast veljaranum við fleiri og betri tænastum, sum inntøkur í veruleikanum ikki vóru til. Harafturat varð endamálið at sleppa undan at taka politiskt ópopulerar avgerðir. Úrslitið av tá førda búskaparpolitikkinum gjørdist ein katastrofa. Ein slíkur politikkur virkar sum ein boomerang - og politiska skipanin hevur longu fingið trupulleikan við inntøkumetingini fyri 2013 aftur í høvdið.

Rentu- og skuldarfella

Við verandi halli á fíggjarlógini seinastu árini hevur landskassin akkumulerað ella uppsamlað eina bruttoskuld uppá umleið 5,5 mia.kr. Henda skuldin skal gjaldast aftur umframt rentur av skuldini. Í løtuni endurfíggjar landskassin skuldina og útvegar gjaldføri til at gera tað, men netto veksur skuldin samsvarandi hallinum frá grundrakstrinum, íroknað rentur.

Rentuútreiðslurnar eru í løtuni árliga umleið 120 mió.kr., svarandi til umleið 2,4% av skuldarmassanum. Ein rentuhækking uppá 1%, vegna lægri rating av kredittvirðinum hjá landskassanum, merkir 50 mió.kr. árliga í hægri rentuútreiðslum – ein vandi, sum reelt er til staðar, um vit ikki planleggja og stýra ábyrgdarfult fíggjarliga.

Landskassin er sostatt á veg í eina rentu- og skuldarfellu um avlopið eftir 2016 ella 2017 ikki verður vent frá einum halli uppá umleið 300-400 til eitt avlop uppá 300-400 mió.kr., tvs. at tað skulu útvegast meirinntøkur og betri gjaldføri uppá umleið 600-800 mió.kr. innan nøkur fá ár fyri eisini at kunna gjalda skuld aftur.

Tað er vert at undirstrika, at ov stór skuld er við til at skerja handlifrælsið hjá einum landi munandi og hækkar um váðan at lána - og tí hægri renta.

Tað gevur ikki meining, at vit samanbera okkum við skuldarstøðið og skuldarvøksturin hjá Týsklandi (skuld í mun til BTÚ), sum hevur eina lutfalsliga størri skuld enn Føroyar.

Føroyar hava hópað hesa skuld upp uppá sera stutta tíð, meðan skuldin hjá týska búskapinum stavar frá samanleggingini við Eysturtýskland í 1990 – ein samansjóðing og uppbygging, sum hevur staðið uppá í 23 ár. Harafturat hevur Týskland ein vinnubygnað og eitt vinnulív, sum ikki kann samanberast við Føroyar.

Ein tikkandi bumba

Eftir 2016 ella 2017, tá landsstýrið væntar at fáa javnvág, so skal gjaldast skuld aftur og til tess krevst eitt cashflow frá rakstrinum, tvs. eitt avlop ella árligt gjaldføri uppá umleið 300-400 mió.kr. til at gjalda aftur skuld uppá einar 6 mia.kr. yvir 15-20 ár. Sostatt kann vegurin á mál frá nú av gerast bæði langur og tungur við at útvega fleiri inntøkur og fremja sparingar komandi 3-5-10 árini uppá heilar 600-800 mió.kr. Fyri nógvar borgarar fer henda skuld at ganga í arv.

Boðskapurin til løgtingið, landsstýrið og fíggjarmálaráðharran er tí:

• Kreppan í føroyska búskapinum er ikki hasa av og nógvar óvissar valda

• Komandi valið í 2015 má undir ongum umstøðum elva til ábyrgarleys vallyfti

• Fáast má tamarhald á hallinum. Avlop skal til fyri, at Føroyar um nøkur fá ár hava fíggjarlig evni og orku at gjalda skuld aftur

• Ongar størri skuldar- og gjaldstyngjandi rakstrar- og íløguútreiðslur eiga at verða framdar í landskassahøpi, so leingi vit ikki hava fíggjarlig orku til tess.

Sambandsflokkurin eigur at virka fyri, at fíggjarligt vit og skil framhaldandi valdar í politiska arbeiðinum.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin