Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein vegvísari á leiðini í matvørueftirlitinum

Í tíðarskeiðnum apríl – desembur 2018 framdu 5 eftirlitsfólk hjá Matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni (HFS) eitt átak, har ófráboðað eftirlit vóru framd á matstovum og kaffistovum í øllum Føroyum. Endamálið var at lýsa heilsufrøðiliga støðið á føroyskum matstovum og kaffistovum í 2018. 

64 av 109 tilvildarliga valdum matstovum og kaffistovum vóru vitjaðar. 11 viðurskiftir1, vórðu eftirkannað á hvørjum staði. Viðurskiftini eru tey, ið vanliga verða  eftirkannað í samband við eftirlit. Hesi viðurskiftir eru við til at tryggja tað heilsufrøðiliga støðið av matinum, ið annaðhvørt verður seldur ella givin til borgaran.

Viðurskiftini blivu mett á einum skala frá 1-3 (1=nøktandi, 2=manglar, 3=ikki nøktandi). Eitt fyrireiðkað tjekkskema við teimum 11 viðurskiftunum  var nýtt, og úrslitini samlað saman í eina talvu, sum er víst í hesi frágreiðing.

Tað vísti seg, at tvey tey bestu viðurskiftini vóru: burturkast og uppdeiling av heitum/kaldum/grovum mati. tvey tey ringastu vóru: temperaturur og uppfylging.
 
Úrslitini vísa, at matstovurnar og kaffistovurnar í Føroyum eru sum heild ílagi.

Úrslitið fyri hvørt viðurskifti gevur eina mynd av, hvørji viðurskiftir á matstovum og kaffistovum eru nøktandi og ikki nøktandi. Myndugleikin fær við hesum átaki eina fatan av, hvar dentur serliga skal leggjast á, á framtíðar eftirlitum.

Ein vegvísari á leiðini.

Linkur til upplýsing: https://www.hfs.fo/webcenter/ShowProperty?nodeId=%2Fhfs2-cs%2FHFS045481%2F%2FidcPrimaryFile&revision=latestreleased