Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eingin trolar eftir sterku fólkunum

Allir flokkar eru av teirri áskoðan, at vit mugu hava gongd aftur á hjólini. Vit skulu arbeiða okkum burturúr kreppuni. Samstundis verður trolað eftir 9 túsund atkvøðum í føroysku umsitingini, meðan arbeiðarastættin heilt verður gloymd ella bara goymd.

Hetta er eitt paradoks, tí almenn starvsfólk seta ikki gongd á nakað samfelag. Tey eru ikki sett í heimin, at fáa hjólini í samfelagnum at mæla, men at veita tænastur til øll hini.

Almenningurin fær at vita, at tá arbeiðarafjøldin bara telur 1.600 tændur, eru hesi fólkini als ikki áhugaverd nokk at trola eftir hjá politisku flokkunum.

Soleiðis segði ein av blaðstjórunum í sendingini ”Seks dagar til valið”, seinasta sunnudag.

Hetta er faktuelt skeivt. Tað eru nógv fleiri limir í arbeiðarafeløgunum – fleiri túsund, sum orsakað av akademiseringini millum politisku flokkarnar, verða gloymd, tó at ongin annar er at fáa hjólini aftur at mæla enn hesin trúgvi skarin av arbeiðandi kvinnum og monnum.

Tað er ótrúligt, at fakfeløgini finna seg í hesi marginaliseringini av limunum, sum hava alla orsøk at fara á val og atkvøða blankt.

Soskallaðu arbeiðaraflokkarnir taka als ikki arbeiðarastættina upp á tungu – í hvussu so er ikki í álvara. Tað verður revsað á valinum 29. oktober…

Men eingin trolar eftir hesum sterku fólkum, sum skulu fáa hjólini aftur at mæla.

Dan Klein, blaðstjóri