Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Einglapressan: Tann føroyski sofahundurin

Sambært Olivant, skal Einglapressan viðgera seg sjálva á einum fundi á Føroya Háskúla í kvøld.

Tað verður upplýst, at Ingi Rasmussen, hevur sent tíðindaskriv út. Men tað má so bara vera til einglapressuna, tí Oyggjatíðindi hevur so ikki fingið eitt slíkt skriv, og tíans heldur nakra innbjóðing.

Tað kann undra, tá hetta blað er einasti fjølmiðil, ið hevur gjørt ein mun, og hevur gjørt flest avdúkingar í hesum samfelagnum, seinastu 30 árini, sum av somu orsøk ikki verður tolt av Einglapressuni.

Røðarar verða Páll Isholm og Brynhild Thomsen. Og so vita vit hvar snittið verður lagt.

Trupulleikin er, at Einglapressan ikki stýrir sær sjálvari, men verður stýrd av øðrum.

Fundurin á Háskúlanum í kvøld snýr seg tí bara um hvussu klók hesi fólkini eru, men ikki um, hví tey ikki gera tað, pressan er sett í verðina at gera. At vera sokallaða fjórða statsmaktin, ella vakthundurin.

Einglapressan í Føroyum er ikki annað enn ”den kære skødehund”, sum við jøvnum millumbili fær tveitt eitt halt-kjaft bomm í gapið, og leggur seg til at sova.

Tað er undrunarvert um nakar týmir út á Háskúlan at hoyra um kritiskan journalistikk frá teimum ókrittisku. Har verður helst eisini flest einglar enn áhoyrarar.

Einglapressan er ikki annað enn myndin av einum væl gøddum sofahundi.