Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EINLEIKIN - eitt snúningsfelt

“Einleikin er  so sterkur og samanbindandi í eini og hvørji eind, at knekkar einleikin, so er eisini styrkin í eindini farin!”

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Einleikin er snúningsfeltið í øllum lívsins viðurskiftum, bæði kristiligum og ikki kristiligum: Í hjúnarbandinum, í familjuni, í samkomu- og kirkjuhøpi, í øllum sosialum viðurskiftum, í politiki, vinnulívinum og í øllum felagsátøkum, sum vit menniskju eru ein partur av. 

Einleikin er orkukeldan, sum fær eindina at virka og náa sítt samfelagsliga endamál, og øll, sum eru ein partur av eindini, uppliva ein ektaðan frið og eina ektaða arbeiðsgleði.  

Men megna mótstøðukreftirnar at knekka einleikan, so hava mótstøðukreftirnar vunnið ein fullkomnan sigur. Tað var hetta, sum Jesus var inni á, tá hann segði: “Hvørt Ríki, hvør Býur og hvørt Hús, sum kemur í stríð við seg sjálvan, verður ikki standandi, men legst í oyði!”

Tað standa tí nógvir smáir revar upp á spring at sleppa inn at pilka við einleikan - lat okkum vera á vaktinið!

“At knekka einleika er tað sama sum brot á ryggsoyluna!”