Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EITT ÁHUGAVERT WC-PAPPÍR

Dan Klein --- 06.09.2014 - 14:39

Vanligt er at siga, at onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, og at vánalig reklama er betri enn ongin reklama. Men hetta hava nógvir av okkara gløggastu politikarum ikki skilt. Tak td Høgna Hoydal, ið vil smita øll fremmandafólk úr Føroyum, bert fyri at fáa ein grindabita. Ikki tí, Høgni sær út til at trongja til ein slíkan, men hevði tað ikki verið lættari, fyri ikki at siga ódýrari, at sent hann til Japans í staðin. Japanar høvdu kanska ikki verið so glaðir fyri tað, men teir eru so nógvir, so teir klára tað nokk.

So er tað Heðin Mortensen. Tað er ongin ivi um, at hesin maður hevur úr at gera. Tey siga, at hann fer til arbeiðis kl. seks um morgunin, men nú vita vit ikki, nær hann fer heim. Men maðurin er til hvørja einastu jarðarferð í Tórshavnar Kommunu, tá hann væl at merkja ikki er uttanlands uppá kommununar besta, og tað er ofta. Samanumtikið skilja vit ikki, hvussu hann fær stundir til at taka sær av Sea Shepherd og teirra kumpanum. Hann kundi tó, fyri at gjørt tað lættari, sent fólkini hjá Sea Shepherd uppá Slættaratind, ella, um tað skal vera í Tórshavnar Kommunu, so til Nólsoyar, ella út í Hest, og so kundi hann fari við sjálvur, tí her hevur hann ikki stundir til at gera nakað til nyttu. Hann gongur bert og fylgir, tvær, tríggjar ferðir um dagin. Og óndar tungur vilja vera við, at hann bara ger tað fyri at fáa atkvøður.Tó ikki frá teimum, ið farin eru.

So er tað varastjórin í Skopunar bygdaráð, sum eg ikki minnast navnið á, so hann gloyma vit skjótt. Tá hevði verði nógv stuttligari, um Gerhard Lognberg, stóð á kaini í Skopun, og tók sær av Sea Shepherd-kumpanunum. Tá høvdu vit veruliga komið í heimsmiðlarnar.

Í Sands bygdaráð eitur bygdaráðsformaðurin Brandur Sandoy, og hann er uttan iva toppskorari í grindamálinum. Hann meldaði til løgregluna, og kom gleðiliga fram í Degi og Viku, tí fólk frá Sea Seapherd høvdu tikið eina WC-rullu frá Sands Bygdaráð. Stutt eftir var grind á Sandi, og løgreglan sendi fleiri tyrlur og løgreglufólk fyri at stuðla grindadrápinum, men sanniliga eisini fyri at leita eftir horvnu WC-rulluni, og vit hava hoyrt, at ein kavari fann hesa rullu á havsins botni, óbrúkta. Tey fremmandu hava ivaleyst følt seg hótt, og tí hava tey blakað WC-rulluna til havs, uttan at brúka hana. Í dag er hon sera nógv verd, og kann ivaleyst seljast fyri mill. Uttanlands.

Vit føroyingar hava nógv at reypa okkum av, og lat okkum nevna nøkur dømi. Hvør minnist ikki 12. september 1990, tá Torkil Nielsen, Sandavágur, skoraði móti Eysturríki, sum varð einasta mál í dystinum, og tá Kári Reynheim nakrar mánaðir seinni skoraði føroyska málið máti Norðurírlandi, ein dystur ið endaði 1-1. Í svimjing fyri breka hava fleiri føroyingar gjørt seg galdandi, eitt nú Heidi Andreasen, Eiði, og Tóra við Keldu, Klaksvík. Vit skulu heldur ikki gloyma Pál Joensen, úr Vági, ið er ein av heimsins bestu svimjarum. Og lat okkum at enda nevna Jón Hestoy, Tvøroyri, sum fyri nøkrum árum síðani, ikki bert var Føroya besti svimjari, men hann kláraði eisini ofta at svimja skjótari enn útlendingar, ið annars lógu frammaliga. At Jón Hestoy eisini var heimsmeistari ið at eta blámannakossar, er ein onnur søga.

Føringar hava eisini klára seg væl innan annan ítrótt, men tað má heldur bíða.

At enda skulu vit hoyra um trý sera gløgg, og ivaleyst hálønt, ið vóru í útvarpinum í ein lítlan tíma fyri stuttum. Sendingin er í hvussu so er endursend einaferð, og kenna vit útvarpið rætt, so verður tað ikki seinastu ferð. Tey trý vóru Niels Uni Dam, Elin Brimheim Heinesen og Hans Jacob Heinesen. Hesi trý, serliga tey bæði fyrstnevndu, rakkaðu allar føroyingar niður, tó ikki seg sjálvi. Tey meina, at vit føringar gera alt ov lítið fyri at greiða alheiminum frá um grindadráp, og tá er sjálvsagt serliga talan um grindadráp, sum einamest landsstýrið og løgtingið skulu taka sær av. Og sjálvsagt skulu vit hava rætt at veiða grind, og at vit skulu greiða hetta fyri alheiminum, áðrenn Sea Shepherd megnar at koma út við sínum lygnum. Men hetta er ein ómøgulig uppgáva, tí skulu vit klára tað, so mugu vit byrja einar tveir dagar, áðrenn grindin er funnin, og tað gongur ikki.

Nei, vit skulu lata løgregluna og grindafólkið syrgja fyri, at vit fáa okkara grind, og annars lena okkum afturá, og lata Sea Shepherd reklamera fyri okkum um allan heim. Í grundini áttu allir føroyingarnir, ið eru viðgjørdir í hesi grein, at fingi dupulta løn, og tað er ikki fyri teirra klókskap. Grundin til hetta er, at nógvar av teimum mill. um allan heim, sum lesa um grindadráp og Føroyar, fáa hug at koma henda vegin, og tað gevur pengar.

Av sonnum eitt áhugavert wc-pappír.

Vinarliga,

Ingi M. Helmsdal.