Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt stjørnuskot í føroyskum tónleiki

- er tað, vit kunnu siga um Janus Wiberg Mortensen!

Okkurt er øðrvísi og gott, tí tá eg setti meg við tí, hesin ungi maðurin er farin undir, ber hetta boð um ein mann, sum fegin vil fáa nakað lagt úr hondum.

Stuttligt at hoyra hansara boðskap, at tá ein vil og hevur eitt ella annað í viðførinum, skal tað út til fólkið.

Tað verði seg í fótbóltinum og tá tað ikki heilt vil, so fer ein til annað, sum Janus hegnisliga hevur lagt fram.

Tá eg setti meg at lurta eftir sendingini Brunsj, fekk eg eina góða kenslu, tí hann vil so gjarna geva rúmd fyri tí, nógv onnur ivaleyst bara droyma um.

Tað er flott, at hann setur gongd á okkurt her, sum hann eitt sindur loyniliga vil, men her er nakað av nógvum arbeiði, sum eg vóni fer at fáa Janus longur á leiðini.

Eg eri rættiliga fegin um fólk, sum vilja nakað annað enn “hini” og er tað júst tað, Janus stendur fyri.

Pápin Oluf er eitt gott menniskja við vilja og áræði og er tað mín kensla, at okkurt av teimum genunum eru fylgd við.

Fyri at koma aftur til tann tónleikaliga partin, er tað flott, at hann hevur fingið so góða gongd á og fingið megnar fólk í bransjuni til arbeiðis, tí at fáa Kristoffur Mørkøre, Lenu Andersen og onnur at taka dystin upp, er í sær sjálvum eitt megnar avrik.

Eg eri samdur við vertinum í Brunsj, at hetta fer yvir í eina írska, poppkenda sjangru og ger hann tað sanniliga framúr!

Lagið “Love Is A Survivor” er mín favorittur, tí her hava produsarin og øll um hann fingið tað fram, sum fær tað heila upp í eina hægri eind.

Tað er ein góð kensla, at vit hava so framkomin og dugnalig fólk og upptøkuhøli, sum júst fáa eina slíka útgávu út á marknaðin.

Tekstirnir hjá Lenu og hegnisliga avrikið hjá Kristoffuri eru sera væl frágingin – flott! Ongin ivi er um, at her er nakað skapt, sum eigur at fáa ein møguleika at vaksa og fáa tað fram, sum Janus vil.

Hetta ber aftur boð um góðan føroyskan tónleik og vilja, sum eg vóni, fer at bera okkum og hesi fram á hesi leiðini.

Tú hevur sanniliga uppiborið alt gott, Janus!

Fríðálvur A. Jensen