Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eivør og Bridges

- stór, størri, størst – verður hon størri?

Tá eg skal seta orð á Eivør, má eg fara aftur í tíðin við Clickhaze og tað eg upplivdi ta tíðina. 

Fleiri undraðust eitt sindur tá, men eg minnist væl, at eg hugsaði tankan, at her hava vit eitt gjøgnumbrot í føroyska tónleikinum.

Onkur sigur ivaleyst, at hetta ikki er so, men tá eg altíð havi roynt at fylgt føroyska tónleikinum, gerst ein sera varin við tey frambrot, ið eru frammi.

Onkuntíð síðani havi eg nevnt, at vit áttu at havt meira fokus á tónleikakappingar, men tá Prix Føroyar kom við hesum fólkunum úr Gøtu, var tað nakað heilt serligt.

At tað er komið nógv gott út Gøtu er eisini sætt hesi seinnu árini, so eg má siga, at við Eivør og tí sum tað umhvørvið hevur skapt er nakað heilt serligt og stórt!

Tá eg aftur skal venda mær til Eivør, er tað sum at eg havi altíð fylgt henni og minnist serliga eina konsert í Müllers Pakkhúsi, har hon saman við Bill Bourne hevði ein sera góða og intima konsert í 2004.

Síðani er tað gingið fram á hjá henni og hevur hon duga hetta fantastiska at vaksa við uppgávuni og teimum sjangrum, sum vit áhoyrarar hava havt ynski um.

Onkuntíð kann ein føla seg lítlan og heldur vil tiga, men hevur ein valt henda leiklutin er tað ikki lætt at lata vera.

Eg má siga, at eg eri heilt ómetaliga fegin um hesi, sum hava sett sær hesi málini og hava lagt heimin undir seg!

Bridges
Við seinastu útgávuna Bridges er hon aftur í tí eg havi nevnt, har Eivør bara heldur fram í síni tónleikaligu ferð og vil hava okkum at koma við.

Hon hevur her eitt ynski um at byggja brúgv til okkum lurtarar, men eg má siga, at tað hevur Eivør ikki tørv á, tí vit hava øll eitt ella annað í okkum av stoltleika – hetta, at vit fegnast um hana og tað hon ger!

At tað so er okkurt “destruktivt” uttan um okkum, skal ikki taka okkum frá hesi fantastisku tónleikakvinnuni, sum hevur so ómetalig nógv upp á hjartað.

Tá eg lurti eftir ymsu løgunum á fløguni, eri eg sera fegin um “Remember Me,” sum eg havi tikið fram fyrr, tí tað onkursvegna rørir meg og gevur mær ein góða og fjálga kenslu.

Vit fara ongantíð at gloyma Eivør og tað, hon hevur givið føroyska tónleikinum!

Fríðálvur A. Jensen