Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

El-dagar í Tórshavn

01 og 02 juni-2015 vóru 26 luttakarar frá Áhugafelagnum hjá El-innleggjarum , umboð frá SEV, Tekniska Skúla og El-ráðgevara virkum í Tórshavn á skeið, saman við skeiðshaldara frá EL-konsulenterne í DK.. 

Av tíð,at áhugafelagið í longri tíð hevur verði vitandi um, at munandi broytingar vóru á veg í Danmark & EU innan el-økið ,hevur áhugafelagið arbeitt við, at fáa ein skeiðsleiðara úr Danmark, sum kendi til tær galdandi og tær komandi nýggju reglurnar, sum eru ávegis á sterkstreyms-økinum,at halda skeið fyri okkum.

Áhugafelagið hevði leingi verði vitandi um, at munandi broytingar vóru á veg í Danmark & EU, innan el-økið og var tað í hesum sambandi, at farið var í gongd.

Vit samdust, um at bíða til tann nýggja “ El-trygdarlógin” sum var viðtikin á Fólkatingi í maj mánað, var kunngjørd, so at vit kundi fáa innlit í hesa. Nýggja “ El-trygdarlógin” kemur í gildið 2016. Hendan lóg hevur ikki gildið í Føroyum enn,men vit fylgja longu nú fleiri av hesum reglunum. 

“El-trygdarlógin” kemur at broyta okkara vanligu reglar innan innstallering av el-tólum og el-innleggingum , og er hetta fyrsta stig til, at vit fáa heilt nýggjar sterkstreyms-reglur at arbeiða eftir, eins og el-útbúgvingin eisini verður broytt tilsvarandi.** Evni sum vóru umrødd:

1. Nýggja Installatør-lógin / KLS .
2. Nýggja El-trygdarlógin. 
3. Reglar fyri LVD/EMU/MD krøv.
4. Nýggju El-talvu-reglarnar EN 61 439 í mun til tær gomlu EN 60 439.
5. Reglar fyri val av el-leidningum sum eru galdandi í dag, og fyri tær broytingar sum koma.
6. Reglar fyri tryggjan móti el-stoyti og útlíknings sambandi. 
7. Eftirlit og royndir av el-innleggjan.
8. Krøv til eftirútbúgvingar fyri el-innleggjarar, fyri at kunna varveita sína løggilding.

Nevndin í Havnar Handverkarafelag skipaði fyri 2 limafundum í fundar & skeiðhølum í Stoffalág 60. Har vóru møttir uml 70 elektrikkarar og el-lærlingar,í fingu frágreiðing frá læraranum,sum hevði hildið skeiðið fyri áhugafelagnum hjá el-innleggjarum, har m.a. greitt var frá, um tær stóru broytingar sum eru á veg, og hvat vit kunnu vænta innan el-økið í framtíðini. Eisini bleiv nomið við tey stóru krøvini til eftirútbúgvingar, sum nú verða kravd , eftir at ein hevur fingið sveinaprógv, eins og roknast kann við, at hesar skullu prógvast fyri at fáa arbeiðið baðið her á landi, og úti í heimið.

Aðrar broytingar sum eisini eru ávegis og sum koma í gildi í 2016, eru innan VVS og kloakk. Roknast kann við, at broytingar innan onnur økið,eisini verða framdar komandi tíðina. Nevndin fyri HHVF er áhuga í ,at arbeiða við eftirútbúgvingum innan flest øllum fag-økið hjá handverkarum. Vit hava nýgg og góð høli til endamálið , og eru limir vælkomnir við hugskotum.

Niðurstøðan fyri hesar 2 dagar bleiv, at tørvurin hjá okkum at fylgja við er stórur, og vóru allir samdir um, at virka fyri at tað koma fleiri dagførd skeiðir innan el- økið, nú so nógvar broytingar eru á veg.

El-nevndin í Føroyum ( undir Vinnumálaráðnum )hevur enn ikki melda út, hvat verður galdandi í Føroyum, men vit vóna , at tað verður greitt innan 2016, tá lógin kemur í gildið í Danmark.

Vegna 

Áhugafelagnum hjá El-innleggjarum í Tórshavn.

Hendrik Andreasen & Høgni B. Mikkelsen El-innleggjarar.

Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík,formaður.