Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar

Havnar Framburðsfelag hevur aðalfund í dag, 12. mars 2013 kl. 19.30 á Landsbókasavninum.

Á aðalfundinum greiðir Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum, frá um hesi evni:

- Eldrapolitikk

- Nýggj heim til fólk við serligum avbjóðingum

- Framtíðar avbjóðingar

Nú eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar 1. januar 2014, er tað aktuelt at fáa lýst, hvussu tilgongdin hevur verið og verður frá nú av, til eldraøkið er lagt út.

Landsstýriskvinnan hevur sett 4 nýggj heim í gongd til fólk við serligum avbjóðingum m.a. heim fyri sálarsjúk í Havn og depil til børn og ung við fjølbreki í Runavík.

Landsstýriskvinnan greiðir frá hesum verkætlanum og týdninginum av, at hetta økið verður útbygt.

At enda verður nomið framtíðar avbjóðingar á almannaøkinum eitt nú demografiskar avbjóðingar og hvussu vit framtíðartryggja vælferðarsamfelagið.