Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eldri og tøkni

Góðu øll tit, sum eru komin saman her í Batmintonhøllini í morgun, vælkomin til enn eitt áhugavert tiltak, sum Heilræði hevur tikið stig til.

Tað er altíð hugaligt at koma til tiltøk sum hesi, tí tað vísir okkum, at vit hava eina virkna kommunu, við virknum borgarum, sum hava hug og vilja geva gerandisdegnum gott og jaligt innihald – takk skulu tit øll hava fyri tað.

“Eldri og Tøkni” er eitt evni, sum kemur okkum øllum við – bæði sum brúkarar, sum avvarðandi, sum starvsfólk og sum politikarar.

Vit eiga at umrøða og taka støðu til allar teir nýggju møguleikar og hentleikar, sum tøknin gevur okkum, men samstundis er hetta eisini eitt svárt og viðkvæmt evni.

Her ræður um, at vit ikki lata nakran detta niður ímillum, tí vit vita, at tøknin alla tíðina er í rúkandi menning, so tað kann skjótt vera ringt at fylgja við.

Umráðandi er, at eingin verður settur eftir, men at hugsa væl um, hvørjir møguleikar eru og hvørjar avgerðir eiga at takast, so øll kunnu vera við.

* * *

Tíðirnar broytast, og vit broytast við, men samstundis vita vit, at menning innan bæði tøkni og annað er nakað, vit hava brúk fyri og kunnu fáa gagn av.

Og tað hjálpir einki bara at skrúva tíðina aftur, tí vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað hevði verið at farið aftur í tíðina.

Hvør av okkum vildi farið aftur til, at vit máttu fara á Telefonstøðina, um vit høvdu brúk fyri at tosa við onkran av okkara næstu úti í heimi?

Vit, sum eru her í dag, hava upplivað stórar broytingar bara í okkara lívstíð. Ikki fyrr enn í 1930 høvdu allar bygdir í Føroyum telefonsamband, og í 1954 var fyrsta samrøðan um telefonina uttanlands (hetta var til Danmarkar). Í 60’inum og 70’inum var alt meira vanligt at privarfólk fingu telefon, og so seint sum í 1989 var fartelefonin tikin í nýtslu í Føroyum.

Munandi lættari er at samskifta í dag, har vit nú kunnu síggja tey, sum vit tosa við, hóast tey eru stødd hinumegin jarðarknøttin.

Innan sosiala økið verða tøknilig hjálpartól støðugt ment til fólk, sum tørva hjálp til dagliga lívsførslu. Eg kann ikki lata vera við at hugsa, hvat Tróndur í Gøtu hevði sagt, um hann vaknaði upp og upplivdi, hvat nú er møguligt

* * *

Men samstundis sum tøknin gongur sína sigursgongd kring allan heimin, er av størsta týdningi, at vit ongantíð gloyma ta menniskja sjálvt.

Vit síggja longu nú, at hópin av tænastum hvørva, tí vit í staðin skulu avgreiða tingini við telduni ella elektroniskt á onkran hátt.

Jú, sjálvandi kann tað bæði vera hent og snilt, men prísurin má bara ongantíð verða, at menniskjansliga sambandið hvørvur og alt bara snýr seg um at trýsta á ein knøtt.

Tíbetur er tað ikki altíð so galið við framstigum og framburði, og kanningar vísa eisini, at eldri eru positiv og hava góðan vilja til at læra, hóast árini eru mong.

Sjálvandi skulu vit í Føroyum eisini fylgja við, men tað ger einki, um vit viðhvørt steðga á og hugsa okkum um.

Skulu vit hava gleði av tøknini, so má tað vera, tí vit hava brúk fyri henni, og ikki bara, tí hon gevur møguleikar, vit kanska slett ikki hava brúk fyri í veruleikanum.

* * *

Sum borgarstjóri leggi eg alstóran dent á, at vit kunnu veita øllum okkara borgarum tær tænastur, brúk er fyri – uttan mun til um talan er um tey yngstu ella tey elstu.

Alt avgerandi er, at vælferðartøknin veruliga gagnar borgaranum, so at tað fyrst og fremst ræður um at tryggja tí einstaka bestu lívsdygd.

Eisini eigur spurningurin um vælferðartøkni at vera ein spurningur, sum tann einstaki sleppur at taka støðu til í sínum egna føri, tí umráðandi er, at øll kenna seg væl og verða hoyrd.

Sum tænastuveitari eiga vit at gera karmar fyri menning av vælferðartænastum, har tøkni er ella kann vera ein partur av tí, vit skulu taka støðu til.

Tí er eisini av alstórum týdningi, at vit varpa ljós á hetta viðkomandi evni og fáa umrøtt væl og virðiliga, hvørji atlit vit eiga at taka.

Jógvan Hansen, lærari í heimspeki fer at fyrilesa um júst hesar spurningar og geva okkum nøkur góð ráð við á vegnum. Vælkomin Jógvan Hansen

* * *

Tøkniliga menningin fer at halda á, og tað er neyvan spurningurin, um vit fara at nýta nýggja tøkni, men um hvussu vit fara at nýta hana.

Eg fari ið hvussu so er at gera mítt til at gera karmar, sum menna vælferðartænastur og tryggja etiskt vælumhugsaðar avgerðir.

Eg fari at endan at takka Heilræði fyri at taka hetta álvarsevnið upp til umrøðu, og fyri at minna okkum øll á at vit hava eitt val – eitt val sum vit eiga at grunda á bæði møguleikar og etisk virðir.

Vælkomin øll somul, góðan evnisdag, og takk fyri.