Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini eru Anna Maria Østerø, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur, Dánjal Samuelsen frá Elektron, og Jákup N. Olsen, formaður í Krabbamensfelagnum

Elektron stuðlar Krabbameinsfelagnum

Krabbameinsfelagið fegnast um at Elektron stuðlar felagnum við peningargávu. Eins og nógva aðrastaðnis úti í heimi, valdu nógvir føroyskir menn at lata sítt yvirskegg vaksa í júst farna mánaði, sum partur av sokallaða Movember – tiltakinum. Hetta hevði til endamáls, at varpa ljós á heilsutrupulleikar hjá monnum, sum ofta ikki eru nóg raskir at taka sína heilsu í álvara áðrenn ov seint er.

Starvsfólk á Elektron valdu í hesum samabandi at skipa fyri einum innanhýsis Movember – tiltaki, har ein ein ávís upphædd bleiv latin til Krabbameinsfelagið fyri hvørt starvsfólki, sum lat sítt yvirskegg vaksa og vikuliga luttók í felags myndatøku fram til 30. november.

Elektron hevur valt at stuðla Krabbameinsfelganum, tí felagið ger eitt sera týðandi arbeiði við at upplýsa um og stuðla gransking av krabbameinssjúkum, umframt at veita hjálp til krabbameinssjúklingar og avvarandi.

Movember – tiltakið á Elektron gav íalt 7.500 kr., sum bleiv handað Jákup N. Olsen og Onnu Mariu Østerø mikudagin.