Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elprísirnir til føroysku vinnuna – ein saklig samanbering

Í almennari viðmerking hevur SEV viðmerkt kanningina, ið samanber elprísirnar til ídnaðin í Føroyum og aðrastaðni, og kallað hana ósakliga. Hesum er Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki samt í. Kanningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi hevði eittans endamál: at samanbera elprísirnar og einki annað. At SEV so kundi hugsað sær, at Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini samanbar góðskuna í elveitingini, ella hvussu stórur partur av framleiðsluni kemur frá varandi orkukeldum, ger ikki samanberingina av elprísinum ósakliga. Tað hevði tó verið áhugavert, um SEV sjálvt átók sær at gera samanberingar av øðrum viðurskiftum.

Niels Winther
ráðgevi

Tá SEV seint í 2019 avgjørdi at hækka elprísirnar til ídnaðin við 0,10 kr/kwt frá 1. januar at rokna, avgjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag at lýsa støðið á føroysku elprísunum í mun til londini vit vanliga kappast við, og samanbera gongdina í elprísinum seinnu árini. Elprísurin kann hava týdning fyri, hvussu kappingarførar føroyskar fyritøkur eru, serliga um talan er um orkukrevjandi framleiðslu. Í seinasta enda kann tað avgera, um ein orkukrevjandi vøra ella tænasta verður framleidd í Føroyum ella í einum øðrum landi.
 
Grundarlagið undir samanberingini
Danska Energistyrelsen vísti á hagtølini hjá Eurostat, sum tað besta samanberingargrundarlagið, og tískil vóru tøl fyri non-household consumers í hesari dátuskránni nýtt. Hetta er sami dátugrunnur, sum Orka á Umhvørvisstovuni hevur nýtt í sínum samanberingum av elprísinum í Føroyum og aðrastaðni. Fyri Føroyar vóru prísirnir í almennu prísskránni hjá SEV nýttir, og eftir tilmæli frá Orka vórðu føroysku prísirnir rættaðir, so teir tóku hædd fyri teimum føstu gjøldunum, sum ikki eru tengd at nýtsluni. Henda rætting hevði tó lítla ávirkan, og ávirkanin gerst lutfalsliga minni, tess størri nýtslan er.
 
Tað eru tó eisini fyritøkur í Føroyum, sum ikki eru fevndar av serligu prísskránni til ídnað, og sum tí rinda ein uppaftur hægri prís. Eftir røttum átti føroyski miðal elprísurin tí helst at verið rættaður upp eftir, so prísmunurin millum Føroyar og útlandið gjørdist enn størri. Hetta valdi Vinnuhúsið tó ikki at gera, m.a. tí tað var óvist, hvussu býtið er av streymnýtsluni hjá fyritøkum, sum gjalda ídnaðarprísin, og fyritøkum, sum gjalda hægra streymprísin. Hetta gevur so SEV ein lítlan fyrimun í samanberingini av nýtslubólkunum við lægri streymnýtslu.
 
Endamálið við kanningini

Kanningin hjá Vinnuhúsinum hevði eittans endamál: at samanbera elprísirnar og einki annað. At SEV so kundi hugsað sær, at Vinnuhúsið eisini samanbar góðskuna í elveitingini, hvussu nógv er umlagt til grøna orku o.s.fr. ger ikki samanberingina av elprísinum ósakliga.
 
Hinvegin hevði tað verið áhugavert, um SEV sjálvt valdi at gera eina slíka samanbering av góðskuni, varandi orku í elveitingini o.s.fr., og hvussu gongdin hevur verið seinastu árini samanborið við onnur lond í Evropa.
 
Vit síggja t.d., at samstundis sum Danmark seinastu 10 árini hevur lækkað elprísin til vinnuna munandi, er elveitingin sum stavar frá varandi orkukeldum sbrt. tølum frá Energistyrelsen økt upp í uml. 60-65%. Eisini onnur evropeisk lond hava tikið stór stig við varandi orku, og hava megnað at hildið ein stabilan ella fallandi elprís.
 
Torført at skilja viðmerkingarnar hjá SEV
SEV ger í sínari viðmerking nakað burturúr, at elprísurin ikki varð nevndur sum ein av forðingunum fyri at reka vinnu í Føroyum, í teirri kanning av kappingarførinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi í 2017. Nevnda kanning varð tó gjørd við støði í einum kanningarfrymli hjá World Economic Forum, og tað var als ikki gjørligt at velja elprísin sum ein møguleika í teimum 16 forðingum, sum fyritøkurnar kundu velja millum. So tað er undranarvert, at SEV ger so nógv burturúr hesum. Skoytast kann tó uppí, at fyritøkurnar í einum øðrum spurningi í somu kanning vórðu spurdar um, hvussu álítlandi í el-veitingin í Føroyum er í mun til streymslit og broyting í spenningi, og har fekk føroyska elveitingin eitt miðal skotsmál.
 
Tað virkar næstan sum SEV er eitt sindur fornermað um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur dittað sær at samanborið elprísirnar. Heldur enn at roynt at niðurgera kanningina hevði tað verið meira uppbyggjandi, um SEV legði fram eina langtíðarætlan fyri, hvussu vit fáa prísirnar niður aftur á eitt støði, har vit eru meira kappingarfør við útlandið.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag er fult greitt yvir, at umstøðurnar í Føroyum eru serligar, tí vit ikki eru bundin í eitt størri el-net. Hetta var tó eisini støðan í 2011, tá elprísirnir vóru meira kappingarførir við útlandið, enn teir eru í dag.
 
Samanberingin av elprísunum í Føroyum og aðrastaðni kann lesast her.