Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elsa 30 ár við børnum á Velbastað

Í 1982 byrjaði Elsa Jacobsen at arbeiða sum dagrøktari á Velbastað, og tá barnagarðurin á Velbastað lat upp í 1991, var Elsa eitt av starvsfólkunum og hevur verið tað síðani. Hon er til at líta á, er sjáldan sjúk og altíð tilreiðar at taka eitt eyka tørn, ella at verða nakrar tímar longur til arbeiðis, um á stendur.

Elsa er mild, hevur stóra virðing fyri børnum og týdninginum av at fara væl um børn - og so er hon so sera lítillátin. Vildi helst ikki, at nakar helt røðu fyri sær.

Elsa hevur altíð dámt væl at spæla sjónleik. Hvønn fríggjadag er felags morgunsamling í barnagarðinum, har stovurnar skiftast um at hava ábyrgdina av at velja sangir, ella í tað heila tikið gera av, hvat skal ganga fyri seg. Tá hevur Elsa onkuntíð framført sjónleik saman við vøggustovuni. Og tað er ikki hissini, hon kann finna uppá við børnunum.

Elsa Jacobsen hevur starvast við børnum á Velbastað í samanlagt 30 ár. Hon er kend fyri annað enn at vera gift við Flóvini Jacobsen, t.d. nevndi borgarstjórin Heðin Mortensen í stuttari røðu, at hon hevði framúr songrødd, hevði stovnað sankórið á Velbastað og mangan staðið á palli í Sjónleikarhúsinum, har tey bæði eisini høvdu samstarvað.

Borgarstjórin nevndi, at Elsa hevði verið sera virkin og fyrimyndarlig. Hon hevur altíð arbeitt við teimum minstu børnunum, antin í vøggustovu ella sum dagrøkt. Hon hevur eitt serligt hjarta fyri teimum heilt smáu, og tað merkja tey, foreldur teirra og tey, sum arbeiða saman við Elsu.

Borgarstjórin bar heilsu frá býráðnum og handaði Elsu gávu.