Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur røðu fyri Elini Planck

Týsdagin 5. november,  var móttøka fyri Elini R. Planck í sambandi við at hon hevur verið leiðari í Kvinnuhúsinum í 25 ár. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna helt røðu fyri Elini.

Hon segði m.a.: "Elin Reinert Planck, sum vit hátíðarhalda í dag, hevur framum onnur myndað hetta økið og virksemið í Kvinnuhúsinum í 25 ár. Elin, tú ert álitisvekjandi, rólig og behagilig. Tú hevur rættiliga fingið Kvinnuhúsið og tørvin á húsinum og Kreppumiðstøðini inn í tilvitskuna hjá okkum øllum. Tú ert ímyndin av stuðli og av onkrum tryggum. Tín rødd hevur ivaleyst ljóðað í høvdinum á mangari kvinnu, sum hevur verið sligin, illa viðfarin, og hevur havt tørv á hjálp:

” Eg eiti Elin Reinert Planck…” … Mynduga og róliga røddin tykist siga: Tú kanst koma inn til okkara, og vit gera tað vit kunnu at hjálpa tær.

Hon vil mær tað væl, munnu mangar kvinnur hava hugsað."