Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Endiliga sjálvstýri

Síðsta sunnudag segði danski forsætisráðharrin Metta Frederiksen á flogvøllinum í Nuuk: "Grønland er ikke dansk" (Grønland er ikki danskt). Tíðindini fóru um allan heim.

Hetta kom av tí, at Trump,  forseti í USA vildi keypa Grønland. At USA hevur hug á Grønlandi er einki nýtt. Beint áðrenn amerikanski forsetin Lincoln var skotin í hel 1865 hevði hann áhuga fyri at keypa Grønland frá Danmark eins og Alaska frá Russlandi.

Tá danski uttanríkisráðharrin Gustav Rasmussen á heysti 1946 kom á vitjan í USA bjóðaði amerikanski uttanríkisráðharrin honum 100 milliónir dálar fyri Grønland. Hesum kom tó einki burturúr.

Tað er tí í besta samsvari við amerikanskan uttanríkispolitik at hava áhuga fyri at keypa Grønland.

Trump veit jú sum er, at Grønland og Føroyar eru í somu støðu mótvegis Danmark.

Hann veit tí eisini, at Danmark uttan heimild hevur nápað sær myndugleika til at gera avtalur við onnur ríki um at at broyta markið hjá ríkjafelagsskapinum uttan góðkenning Grønlands og Føroya.

Tað er greitt, at kemur eitt mál fyri um at flyta mark, so verða samráðingarnar hildnar í loyndum.

Tað kann tí ikki útilokast at tað í løtuni fara fram lokabrøgd handan tjøld, og at ætlanin hjá USA og Danmark er at selja okkum, soleiðis at Danmark fær vinningin.

Hetta er lætt.

Stjórnin ræður yvir uttanríkispolitikkinum, men kann ikki flyta mark uttan samtykki fólkatingsins. Í fólkatinginum eru 175 limir úr Danmark og fýra úr Grønlandi og Føroyum. Meirilutin ræður, og tí kunnu teir 175 danirnir samtykkja at selja Grønland og Føroyar uttan mun til hvat vit siga.

Eingin uttan fyri USA og Danmark kann forða einum slíkum handli.

Spurningurin er um vit vilja lata okkum lynda at verða seld.

Vit føroyingar hava ikki enn givið okkum rættiliga far um, at verður Grønland selt, so fylgja vit við.

Orsøkin er, at tað er rætt, sum Mette Frederiksen sigur. Grønland er ikki danskt.

Av tí at Grønland ikki er danskt, eru Føroyar tað heldur ikki.

Við tí sum Metta segði hava Grønland og Føroyar tí fingið sjálvstýri.

Hetta sjálvstýri høvdu vit til danska stjórnin 22. mars 1848 tók tað frá okkum og segði at nú skuldu vit gera tað sum hóvaði henni.

Nú 171 ár seinni yvirlýsir danski forsætisráðharrin at stjórnin hevur tikið annað skinn um bak. Grønland og Føroyar eru ikki danskar og skulu hesi bæði londini sjálvi skipa síni viðurskifti.

Hetta er lætt.

Vit eru tvey lond í einum ríki og liva undir somu grundlóg, sum vit sjálvi hava samtykt. Eftir henni hava vit rætt at stýra øllum okkara viðurskiftum. Vit hava ræði á hervaldinum, løgregluni, hægstarætti og fíggjareftirlitinum. Hetta skal okkara egna stjórn fyrisita.

Men hvussu kunnu vit fáa hesa stjórn í lag?

Tað mest natúrliga er, at tað løgting vit velja 31. august vendir sær til grønlendska tingið og heldur ein felagsfund við teir, har vit semjast um at skipa ta stjórn, sum skal stýra ríki okkara. Tá forsætisráðharrin sigur, at vit ikki eru danskar, men sjálvi ráða her, kann danska stjórnin einki hava ímóti hesum.

Tá er tað greitt, at tað eru vit, sum gera av hvørji ríki vit samstarva við, og at danska stjórnin ikki kann selja okkum.

Zakarias Wang