Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Enekk við nýggjum løgum á G!

Enekk verður partur av skránni á G! í ár, og bólkurin kemur við nýggjum tilfari, so hetta er sera spennandi. 

Serliga blandingin av fólkatónleiki og jazzi hevur gjørt Enekk til eitt ikon í føroyskari tónleikasøgu.

Teirra heilt serliga ljóð og sterku framførslur hava verið millum tær bestu, ið eru sæddar á føroyskum palli. Enekk hevur havt ein týðandi part í festivalssøguni, teir framførdu til tann allarfyrsta G!-festivalin í 2002.

Eftir ikki at hava verið virknir í nógv ár, komu teir sterkt aftur í fjør við eini heilt serligari konsert, har fyrsta fløga teirra Ver Sterk Mín Sál varð framførd við upprunamanningini - 20 ár aftaná hon varð útgivin. 

Konsertin í ár verður eisini forkunnug, tí Enekk fara at framføra nýggj løg, ið ikki eru útgivin - afturat vælkendu og dámdu løgunum frá teimum fýra fløgunum, bólkurin hevur latið úr hondum. Tað verður altso ein konsert, tú sum Enekk-fjeppari ikki kanst missa. 

Manningin í ár verður Agnar Lamhauge á bassi, Óli Olsen á ljómborði og harmoniku, Heðin Ziska Davidsen á el-gittar og elektronikki og sjálvandi Kári Sverrisson við sangi og kassagittara