Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Enn ein gloypibitið frá Huxa

Kæri Jørgin:

Fyrst og fremst, takk fyri, at TÚ lat tær breiðastu herðarnar gjalda tað sum skuldi til, fyri at fáa flatskattin í gjøgnum. Tað var heilt ótrúligt, at TÚ við kaj leosa hjálp, uttan nakrar trupuleikar kundi fáa heilar 250 milliónir krónur av tí peningi, sum pensionistarnir av órøttum ætlaðu at kanna sær skattin av. Tað hevði verið órættvíst og heilt avgjørt í móti okkara politisku hugsjón, at landskassin skuldi fáa henda pening, at brúka til eldraøki, sum er nóg kostnaðarmikið frammanundan.

Huxa tekur fult og heilt undir við TÆR, at sjálvt um TÚ tekur eina milliard hvørt valskeið til flatskattin, einar 5 milliardir tey næstu 20 árini, so verður tað akkurát líka nógvur skattapeningur til landskassan, og eldraøki, ik sannheit. Sjálvsagt skilja framtíðarpensionstar ikki kvekk av hesum, og tað skulu teir heldur ikki gerða. Tí um teir fara at finna út av, so er fólkaflokkinum ikki lív lagað.

Eisini taka vit fult undir við, at hækkingin av pensiónsskattinum fra 35% til 40 % ikki mega falla til kommunurna. Tí nú er tíð uppá, at kommunurnar vísa samfelagsinni. Og tær 100 milliónirnar er bert ein dropi í havinum, í mun til hvat landskassin missur við at framskatta pensiónirnar. Æh øh, nú fortalaðu vit okkum, hetta seinasta reglubrotið mugu vit rættað, bíða!!!!!! for hundan nú trýsti eg á send, never mind, tað er farið. Vit stuðla TÆR óansæð hvat í hendur.

Frank Davidsen