Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er andsøgn millum fyrisitingarlóg og noktandi innlit í CIP-sáttmála

Hetta vil Kristina Háfoss, Løgtingskvinna hava svar uppá í §52a fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um andsøgn millum fyrisitingarlóg og noktandi innlit í CIP-sáttmála

1. Er løgmaður samdur í niðurstøðuni hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um als ikki at lata innlit í CIP-sáttmálan ?

2. Um ja, hví ?

3. Um nei, hvat fer løgmaður at gera fyri at geva almenninginum innlit í sáttmálan ?

Viðmerkingar

Fíggjarmálaráðið hevur nú fráboðað, at ráðið og landsstýrismaðurin eru samd við avgerðini hjá fyrrverandi Innlendismálaráðnum og fyrrverndi landsstýrismanninum í innlendismálum – um ikki at lata innlit í CIP-sáttmálan.

Hetta undrar. Tí fyrisitingarlógin gevur sum høvuðsreglu borgara rættarkrav uppá innlit í øll skjøl í fyrisitingini. Skal undantak verða, má hetta hava greiða heimild í lógini. Í svari uppá skrivligan fyrispurning vísir løgmaður sjálvur á, at “Ongin heimild er í lógini at gera avtalu við privat um, at samskifti millum myndugleikan og hin privata verður at undantaka frá lógini.”

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir hinvegin til §15 í fyrisitingarlógina, tá hann vil nokta innlit fyri at verja fíggjarlig áhugamál og vinnuvirksemi hjá tí almenna. Men eisini henda grundgeving undrar.

Tí nógv bendir á, at innlit átti nevnliga verið latið, júst fyri at verja fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna.

Hartil er sera trupult at finna nakra heimild fyri at afturhalda øllum CIP-sáttmálanum. Sí §15, stk. 2.

“§ 15. Rætturin til skjalainnlit kann annars avmarkast í tann mun, áhugin hjá partinum í at kunna nýta kunnleika til skjøl í málinum til at røkja sín tørv má metast at eiga víkja fyri avgerandi umhugsni fyri viðkomandi sjálvum ella øðrum privatum ella almennum áhugamálum, herímillum

1) trygd ella verju ríkisins,

2) uttanríkispolitisk ella uttanríkisfíggjarlig áhugamál, herundir viðurskiftini við aðrar tjóðir ella millumtjóða stovnar,

3) fyribyrging, avdúkan og søkjan at lógarbrotum, revsingarfullgerð og líknandi og verju av ákærdum, vitnum ella øðrum í málum um revsi- ella agasókn,

4) fremjing af almennum eftirliti, skipanar- ella ráðleggingarvirksemi ella ætlaðum tiltøkum sambært skatta- og avgjaldslóggávuni,

5) fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna.

Stk. 2. Um umstøður, sum nevndar í stk. 1 bert gera seg galdandi fyri ein part av einum skjali, skal viðkomandi gerast kunnigur við restina av innihaldinum í skjalinum.”

Løgmaður hevur sambært Stýrisskipanarlógini eftirlit við landsstýrisfólkum, og skal tryggja, at hesi umsita sítt øki á fullgóðan hátt og samsvarandi lógum landsins.

Fyri at fáa lýst, hvat løgmaður fer at gera fyri at tryggja almenninginum innlit í CIP-sáttmálan, eitt nú fyri at tryggja fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna, verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi, 7. november 2013

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi