Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er Angela Merkel tápuligari enn fíggjarmálaráðharrin

Ella eru tað Løgmaður og Fíggjarmálaráðharri hansara ið eru klókari enn Angela Merkel. Tá vit í Føroyar hava tvey so klók høvd sum hesar báðir, er tað løgið, at ikki allir fíggjarfrøðingar, ja øll elitan í framkomna heiminum, í skundi leggja leiðina framvið Føroyum. Hetta, tí vit hava tvey fíggjarlig flogvit Løgmann og Fíggjarmálaráðharri hansara , ið kunna vísa øllum heiminum teimum á eitt so stórt fíggjarligt gulleg, at tað kann gerast fíggjarliga bjargingin hjá øllum ES londunum. 

Gulleggi er forskatting av pensiónum. Sum fyrr sagt so aka øll ES londini á knøunum fíggjarligað, uttan at tey hugsa um at forskatta pensiónirnar hjá sínum íbúgvum. Samstundis veit Angela Merkel ikki síni livandi ráð hvussu hon ímillum annað skal fíggja móttøkuna av 800.000 flóttarfólkum komandi ári.

Frakland,Bretland og øll onnur ES lond, skulu eisini taka lut í hesi syndarligu vanlukku, har túsundtals flóttarfólk drukna í Miðjarhavinum í flýggjanini undan ræðuleikunum í Miðeystri. Men figgjarligur avleiðingarnar eru so kollosalar, at hesi 28 londini hava ilt við at síggja veruleikan í eyguni. Tí ganga tað vikur,mánaðar og ár, alt meðan trysti á londini við Miðjarhavið hevur við sær undantakstøður, nakað sum bert hevur havt við kríggj at gera.  

Hví í ólukkan seta Merkel og Hollande seg ikki í eitt flogfar, og stundisliga koma til Føroyar, út í Fíggjarmálastýrið so Fíggjarmálaráðharran kann hjálpa teimum í í tí fíggjarliga trongu støðu tey bæði eru í. Løgmaður og Fíggjarmálaáðharrin báðir kunna jú ganga á vatninum, eins og teir meta seg vera genialar, at hava brent 1200 milliónir av við at skatta framtíðar pensiónir. 

Er tað so galið, at hesir báðir eru nógv klókari enn allir búskaparfrøðingar og øll fíggjarliga elitaní framkomna heiminum, eg spyrji bara. Helst er tað so, at Fíggjarmálaráðharrin beint eftir seinasta val, tutlaði Løgmanni í oyra at forskatta pensiónirnar, uttan at Løgmaður hugsaði um avleiðingarnar. Og at hesir báðir síðan kundu rekja 20 løgtingsmenn uppá trá.

Tað var frøi á samgongulimum og stuðlum teirra herfyri, tá serkønur ið Damark hevði frammi um, at forskatta ein evarska lítlan part av uppsparingini í Danmark. Um so var, so skuldi tað verða upp til hvønn einstakan pensionist, um hann kundi góðtaka hetta. Men tað doyði skjótt í egginum, tá røstir vóru frammi um, at tað vildi verið tað sama sum, at brenna pening av ið skuldi brúkast í framtíðini.

Sjálvur ivist eg onga løtu í, at bæði Løgmaður og Fíggjarmálaráðharrin bevíst fyri politiskan vinning, forskattaðu framtíðar pensiónir , væl vitandi um at tað kom hava fatalar fylgjur fyri okkara búskap í framtíðini. Tí tá verða 2 fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvørjar 4 pensionistar ið ongan skatt gjalda, tí sitandi Løgmaður og Fíggjarmálaráðharri hansara hava sminka fíggjarlógina við 300 milliónum hvørt ár í hesum valskeiðnum, ella 1200 milliónir tilsamans av forskattingini av pensiónum.

Hvussu hevði fíggjarlógin sæð út í dag, um 2 fólk vóru á arbeiðsmarknaðnum fyri hvørjar 4 pensionistar sum ikki betaltu eitt oyra í skatti. Hvørjari støðu hevði okkara heilsu og almannaverk verið í harra Løgmaður og Fíggjamálaráðharri, eg spyrji bara, tí eg skal á val í morgin. Tíanverri hevur politiski veruleikin seinastu 4 árini verið, at egoisman eins og sjálvsøkni veruliga hava fingið gróðrarlíkindi av førda politikkinum. 

Skulu vit framvegis góðtaka, at egoisman og tann harðendi høgrapolitikkur framyvur skulu stýra okkara landið, ella skulu vit føra ein samhaldsfastan politik. Eina samhaldsfastur poliitikkur sum í meira enn eina hálva øld hevur verið við til, at gjørt Føroyar eins og øll Norðanlondini til tey ríkastu os mest sosialu londini í heiminum. 

Valið er tygara.

Frank Davidsen