Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er bert ein limur í bygginevndini við Brúnna um Sandá?

Í dag er góður lesnaður at síggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu leinki er her.

http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=3701 ,um at fundur hevur verið um útbjóðingartilfarið við Brúnna um Sandá, har umboð fyri J & K Petersen Contractors, Articon og TG-Verk Føroyar, sum fingu útflýggjað útbjóðingartilfarið til komandi brúnna um Sandá fyri 4 vikum síðani.

Tað tykist mær sera løgið, sum formaður í byggi og býarskipanarnevndini og nevndarlimur fyri bygginevndina við Brúnan við Sandá, at hvørki eg ella Sjúrður Olsen, býráðslimur (sum hevur verið nevndarlimur í bygginevndini í 11 ár) ikki kenna til henda fundin, sum Marin Katrina Frýdal hevði við hesar fyritøkur.

Tað tykist eisini løgið, at formaðurin í bygginevndini ikki kunnar allar byggi - nevndarlimur um slíkt. Hetta er átaluvert!

Sjúrður Olsen er í Norra, kemur aftur í kvøld og eg eri heima. Hesin fundur kundi verið fyrst í komandi viku við fullari bygginevnd.

Kann orsøkin vera, at val er fyri framman og onkur fær betri sømdir enn aðrir býráðslimur?

Tað verður spennandi at koma til byggi nevndarfundir aftur “ um vit fáa fundarboð”.

GG. Eg skal líka upplýsa, um onkur skuldi havt gloymt tað, at í bygginevndini eru:

Boði Haraldsen, formaður

Levi Mørk, býráðslimur

Sjúrður Olsen, býráðslimur

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Heri Olsen, umsiting

Vh

Levi Mørk, formaður í byggi og býarskiparnarnevndini

og bygginevndarlimur við “Brúnna um Sandá”