Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er javnstøðan í ríkiseindini í samband við ættleiðing

Hesin spurningurin er settur ríkisumboðnum í løgtinginum.

1. Ætlar ríkisumboðsmaðurin at gera nakrar broytingar í góðkenningar tilgongdini hjá ættleiðingarforeldrum í Føroyum?

2. Ætlar ríkisumboðsmaðurin at senda ættleiðingarforeldur á sokallað ættleiðingarfyrireikandi skeið, eins og gjørt verður í Danmark?

Viðmerkingar

Ættleiðing er danskt málsøki, og verður tí umsitið av ríkisumboðsmanninum í Føroyum. Sum heild er mannagongdin í Føroyum tann sama sum í Danmark, tá foreldur verða góðkend sum ættleiðingarforeldur. Tó er ein týðandi munur í tilgongdini til góðkenningina sum ættleiðingarforeldur. Í Danmark skulu komandi ættleiðingarforeldur á eitt sokallað ættleiðingarfyrireikandi skeið.

Endamálið við tí ættleiðingarfyrireikandi skeiðinum er, at tað skal vera við til, at umsøkjarar kenna seg skikkaðan til at taka avgerð um at ættleiða. Tá umsøkjarar hava verið á hesum skeiði, kenna tey seg betur føran fyri at meta um egnar styrkir, samanborið við tað at verða ættleiðingarforeldur.

Innihaldið í skeiðinum fer at gera sítt til, at umsøkjarar rannsaka grundina til, at tey vilja ættleiða, og at kanna førimunin sum foreldur. Eisini verður kunnað um tað serstøku støðu, ættleidda barni er í, og hvat hetta merkir fyri tey komandi foreldrini.

Á hesum skeiðið verður dentur lagdur á tann einstaka sum ættleiðingarforeldur, um avgerðina um at ættleiða, týdningin av tí, at vera barnleysur, ímyndingina av tí biologiska barninum, samlív og tær søgur, umsøkjarar bera við sær um teirra egnu barnaár og tilknýti.

Somuleiðis verður viðgjørt, hvussu lívið er sum ættleiðingarfamilja og tað, at ættleidda barnið hevur biologisk foreldur, og umstøðurnar, barnið hevur havt áðrenn ættleiðingina.

Eisini verður viðgjørt, hvønn týdning tilknýti hevur, og tilgongd hjá foreldrum og barni viðvíkjandi tilknýti ta fyrstu tíðina eftir ættleiðingina.

Tað at donsk ættleiðingarforeldur skulu á ættleiðingarfyrireikandi skeið merkir, at tey eru betur fyrireikað og “ílatin” til ættleiðingina.

Ynskiligt hevði verið, um ríkisumboðsmaðurin hevði tikið hendan spurningin til sín, og skipað soleiðis fyri, at føroysk ættleiðingarforeldur eisini fingu tilboð um líknandi skeið.

Árini 2006-2011 vóru avgerðir um góðkenningar av ættleiðingar foreldrum 9 í tali pr. ár í miðal. (tøl av heimasíðuni hjá ríkisumboðnum).

Hugsast kundi, at ættleiðingarfyrireikandi skeið varð hildið eina ferð um árið í Føroyum, og mett verður, at vit hava fólk í Føroyum, ið eru før fyri at skipa fyri slíkum skeiði.