Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er miðspjaðing av almennum skattakrónum solidarisk?

Eitt løgið kjak um desentralisering hevur tikið seg upp. Enn einaferð er pástandurin frammi, at vit draga alt til Havnar, vit avoyða bygdirnar, tí vit drena bygdirnar fyri ungdóm og kradda allar almennar stovnar til okkara. Trupulleikin við hesum pástandi er, at hann er ikki undirbygdur, tí hann er beinleiðis ósannur. Havnin sum kommuna hvørki stendur fyri nakrari almennari miðsavnan ella ger nakað sum helst fyri at taka nakað frá bygdunum, tvørturímóti.

Nýggjasti og løgnasti pástandurin er, at tað er Havnin, sum ræðir fólkið av landinum. Orsøkin skal vera, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt tað so kostnaðarmikið at búgva í Havn. Lat meg fyrst siga, at kommunan ger alt hon kann fyri at økja um fjølbroytnið í bústaðarmynstrinum, og samstundis alt sum ber til fyri at gera tað so bíligt sum gjørligt. Men í hesum seinasta berjast vit ein vónleysan bardaga móti serliga fíggingarstovnunum, sum umsita bæði keyp og sølu og fígging, og halda prísinum á einum høgum og kunstigum støði.

Hartil kemur, at allar fakligar kanningar vísa eina heilt aðra mynd enn hana, eitt nú samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen leggur fram. Útisetakanningarnar vísa greitt, at meira enn 70% av teimum ungu, sum lesa uttanlands, bert vilja búgva í Havn, tá tey flyta heimaftur. Fyri okkum er ein slíkur veruleiki so einfaldur, at vit gera alt fyri at handla hareftir. Tí vit vita frá kanningum, sum eru gjørdar av útisetum, hvat skal til fyri at hesi flyta heimaftur. Vit vita eisini, hvat skal til fyri, at færri yvirhøvur velja at flyta av landinum.

Tí arbeiðir býráðið saman við umboðum fyri vinnulív og arbeiðsmarknað við eini vakstrarætlan fyri býin, tí vit vita, at fyri flestu føroyingar, sum í dag flyta ella longu búgva uttanlands, er valið Havnin ella einki, skuldu tey umhugsað at flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veruleikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í Føroyum ikki megna at skilja hendan boðskap og standa saman um at menna høvuðsstaðin, tí trivnaðurin í høvuðsstaðnum verður álvarsliga avgerandi fyri framtíðar menning í Føroyum.

Áhugin hjá útisetum fyri kommununi tykist stórur. Kanningar saman við Gallup av heimasíðu kommununar vísa, at millum 10 og 20% av teimum vitjandi hvørja viku hava bústað uttanlands, umleið helmingur í Danmark. Vit síggja, at hesi kanna bústaðar-, arbeiðs-, barnaansingar- og ferðsluviðurskifti, umframt annað, ið hevur við trivnað at gera. Talan er um fleiri túsund fólk árliga, sum kanna marknaðin, so tað liggur ein stór ábyrgd á okkum at skipa soleiðis fyri, at vit uppfylla treytirnar fyri, at so stórur partur sum møguligt av hesum flytur heimaftur.

Solidaritetur og útjavning

Ein partur av nýggja kjakinum snýr seg um solidaritet sum eitt ideal, hetta at ágóðar skulu býtast javnt, hetta at skattainntøkur frá almenna sektorinum skulu brúkast til at menna útjaðaran. Hetta ideal brúka vit longu í Tórshavnar kommunu, tí vit hava okkara egna útjaðara at menna. Men ein útjavning av skattainntøkuni frá almenna sektorinum er púra órealistiskt, um hetta skal gerast útfrá einum solidariskum sjónarmiði.

Skulu vit tosa solidariskt, so mugu allar inntøkur og skattaágóði av øllum virksemi roknast við. So má eisini innroknast, at triðja hvør króna, forvunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni. So má eisini innroknast, at aðrir landspartar hava lutfalsliga munandi størri inntøku av øðrum vinnugreinum enn Havnin – t.d. mugu vit umhugsa at býta skattakrónurnar av fiskinum – fólksins ogn – so javnt millum allar føroyingar.

Í einum slíkum samlaðum roknistykki hevði verið øgiliga skjótt, at javningin hevði runnið skeivan veg – til Havnar. ** Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum dátt við, at Havnin sum høvuðsstaður hevur nógvar fíggjarligar skyldur álagdar, sum onnur ikki hava. Eitt er, at Havnin hevur sokallaðar høvuðsstaðarskyldur, umboðanarskyldur og skyldur landsins vegna umframt at tæna almenna virkseminum í býnum; annað er, at hvørki Havnin sum kommuna, ítróttarfeløg ella onnur feløg í Havn fáa lógarásettu rættindini, sum eru galdandi fyri restina av landinum – tvørturímóti lyftir Havnin fleiri landsuppgávur.

Tað sýnist sum síggja hesi atfinningarsomu ikki, at veruleikin er, at nærum eins nógv fólk og tað arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, pendla til Havnar til arbeiðis hvønn dag, men gjalda skatt aðrastaðni. Summi búgva aðrastaðni, men eru lønt úr Havn – og summi búgva enntá í Havn og gjalda skatt aðrastaðni! Eg havi einki ímóti javning til útjaðaran, um hon er neyðug og rættvís – men skil má vera í, og fíggjarliga býtið millum land og kommunu má fáast upp á pláss fyrst.

Men tá so pástaðið verður, at almenni geirin tryggjar livikorini í Havn, so sæst týðiliga, at hetta er ein sannleiki við nógvum modifikasjónum.

Okkara felags høvuðsstaður

 Øll flyta ikki til Havnar. Tíbetur. Men landsins høvuðsstaður er fyri allar føroyingar, mong flyta hendaveg og eitt nú er skúladepilin í Marknagili tí ikki ein íløga í miðstaðarøkið, men ein íløga í landsins ungdóm og landsins framtíð. Á sama hátt er við Fróðskaparsetrinum og Vinnuháskúlanum. Eingin ivi kann vera um, at depilin útbúgvingarliga er eitt stórt framstig, og eitt stórt framstig fyri at fáa sum flest av okkara ungu at nema sær útbúgving eftir fólkaskúlan – í Føroyum.

Íløga í vitan er altavgerandi fyri okkara framtíð. Og her eru vit við kjarnuna í málinum, sum onkur annar eisini hevur víst á, at alternativið til Skúladepilin er, at ungdómurin fer í miðnámsskúla í Danmark ella aðrastaðir – og ongantíð kemur aftur.

Eg havi óteljandi ferðir víst á, at tað besta vit kunnu gera er, at gera okkara samfelag so attraktivt sum til ber fyri tey, sum búgva her, eins og fyri tey, sum kunnu hugsast at búseta seg her. Eg kalli ikki Havnina ein metropol, sum Sámal Matras Kristiansen sigur, men heldur ikki fari eg niðursetandi at kalla okkara felags høvuðsstað ein ”provinshøvuðsstað í einum lítlum veðurbardum klettabólki langt burtur frá øðrum miðstøðum”.

Veruleikin er soleiðis, at hesin ”provinshøvuðsstaðurin” er tann einasti, sum hevur orku til at tryggja, at Føroyar kunnu kappast við metropolarnar í grannalondunum um tær fortreytir, sum tryggja okkum, at komandi ættarliðini verða búgvandi her. Vit eiga øll høvuðsstaðin. Hann eigur avgerandi leiklutin at ganga á odda í vinnuligu, búskaparligu, mentanarligu og sosialu menningini í Føroyum, og hann tænir øllum føroyingum. Vit vilja tí eisini samstarva við landspolitikkarar, aðrar kommunur – ja, allar føroyingar – um at menna samfelagið.

Húsaprísir í Havn

At enda kann eg nevna, at eg sjálvur fyri nøkrum mánaðum síðan legði upp til eitt kjak um húsaprísir og –fígging í Havn. Hetta festi væl í, og tað er nærum ikki politikari, sum ikki síðan hevur havt málið á lofti. Eg vísti tá á, at fríi marknaðurin virkar ikki, tí prísirnir falla ikki, hóast útboðið er ovurhonds stórt. Eg vísti tá á, at peningastovnarnir fullkomiliga stýra hesum marknaði og mugu í einum samstarvi við vinnuna, kommununa og tað almenna ganga á odda í at finna loysnir.

Eisini vísti eg á, at allar tær alternativu loysnir, sum kommunan av øllum alvi hevur stuðlað, heldur ikki hava hepnast, tí soleiðis sum marknaðurin er skrúvaður saman, enda alternativini altíð við at verða dýrari enn tað, tey skuldu vera alternativ til.

Eg havi víst á íslendskar grundøkisloysnir og møguleikar við Húsalánsgrunninum, og eg seti mítt álit á, at vit nú fara at kunna taka lógvatak saman um hetta, tí tað er púra vist, at húsaprísirnir verða avgerandi fyri búsetingini og tilflytingini til Føroya, og harvið allari búskaparmenningini.

Men um álvara verður gjørt av at niðurlaga fíggjarligu fortreytirnar hjá Tórshavnar kommunu at standa á odda fyri samfelagsligu og búskaparligu menningini her á landi, so kann alt gera tað sama.

Við kvøðu

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn