Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er nú runnið saman millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin?

Sambært tí sum Bárður Nielsen segði í sjónvarpstíðindunum 8. apríl, er líkt til at runnið er saman millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin um fiskivinnupolitikkin eftir 2018.

Boðini eru: Bara uppsjóvarvinnan rindar nóg nógv í tilfeingisgjaldi, so skal vinnan fáa tryggar karmar at virka undir.

Tað kann ikki vera rætt, at bara tú rindar nóg nógv, so fært tú tey rættindi, ið tú vilt hava. Hetta líkist ongum. Tað hevur avgerðandi týdning, at gjøld fyri fiskirættindi hava sín uppruna í tí, sum marknaðurin - til eina og hvørja tíð - vil gjalda og ikki í tí, sum manglar í landskassanum.

Higartil havi vit trúð og vónað, at Sambandsflokkurin vildi nýskipa fiskivinnuna á marknaðartreytaðum grundarlagi. Men hetta sampakkar ikki rættiliga við tað, sum Bárður Nielsen nú sigur at Sambandsflokkurin ætlar.

Eg skilji útsøgnina hjá Bárði Nielsen soleiðis, at um verandi uppsjóvarflotin bara letur nóg nógv fyri tey rættindi flotin longu hevur, so vilja Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tryggja teimum tryggar karmar at virka undir í framtíðini.

Vil tað so siga at:

• at tað verður sum Jacob Vestergaard segði á Torradøgunum í Klaksvík : “Fiskirættindini skulu savnast á nøkrum fáum, sterkum hondum” ?

• at nøkur fá - meira og minni føroysk - feløg skulu eiga rættin til at kalla alt tilfeingið og at nýggir aktørar ikki sleppa fram at uppsjóvarfiskivinnuni ?

• at allur kapitalur – sum ein náttúrlig fylgja av hesum – verður savnaður hjá nøkrum fáum ?

Sambandsflokkin og Fólkaflokkin hava sum er, einsamallir meiriluta á tingi og kunnu tí gera sum teimum lystir, men hvussu tryggar karmar hesir báðir flokkar einsamallir kunnu geva vinnuni í framtíðini er nakað heilt annað.

Spell var, at tað eydnaðist Fólkaflokkinum at steðga arbeiðinum at finna eina breiða fiskivinnu- politiska semju. Nú er lítið sannlíkt at hetta arbeiði verður uppafturtikið og gjørt liðugt.

Vit fara ikki at góðtaka at føroyska fiskatilfeingið fram yvir verður ogn hjá nøkrum fáum. Framsókn fer í politiska arbeiði sínum at søkja ein meiriluta á løgtingi, sum vil tryggja, at fleiri sleppa framat høvuðsvinnuni, og at vinnan fer at virka á einum marknaðarstýrdum grundarlagi.

Poul Michelsen,

Løgtingsmaður fyri Framsókn