Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Herman Oskarsson

Er stjórin á Hagstovuni á veg út?

Leygardagin gjørdi útvarpið nógv burturúr ætlanini at hækka pensjónsaldurin, og brúkti Eyðfinn Finnsson, búskaparfrøðing, sum sannleikavitni, tí lurtararnir eisini fingu at vita, at hann arbeiddi á Hagstovuni.

Sostatt skuldu lurtararnir villleiðast at halda, at hetta, sum búskaparfrøðingurin segði, var tað, sum Hagstovan, mælti til.

Í sendingini varð sagt:

- Trupulleikin er snøgt sagt, at tað verða ov fá fólk í arbeiðsførum aldri í mun til tey gomlu, sum gerast alsamt eldri. Trupulleikin, við skeivu aldurspyramyduni, er akuttur, heldur búskaparfrøðingurin. Hann heldur, at samgongan ikki hevur nakað annað val enn at hækka pensjónsaldurin.

Hækkar pensjónsaldurin, so noyðist ALS eisini at leingja útgjaldsskeiðið hjá teimum, sum røkka pensjónsaldurin, so tey kunnu verða í skipanini til tey 68 ár ella eldri. Og tað fer at geva eyka útreiðslur, er metingin hjá Eyðfinni Finnsson, segði útvarpið leygardagin.

Men er hetta politikkurin hjá Hagstovuni, sum her snildisliga verður smoygdur omanyvir lurtararnar, ella er Hagstovan við at fáa ein nýggjan stjóra, tí í flestu almennum arbeiðsplássum er tað stjórin, sum tosar vegna stovnin. Hvar var hann?

Løgtingsins umboðsmaður, hevur verið úti og sagt, at vanliga mannagongdin, at stjórin tosar vegna stovnin, forðar ikki fyri, at starvsfólk kunnu hava eina meinging, men tá skal tað tilskylast, at talan er um eina privata meining.

Í sendingini leygardagin fingu fólk at vita, at hesin búskaparfrøðingurin arbeiddi á Hagstovuni. Hetta var gjørt fyri at geva tíðindunum trúvirði, og likitimitet. Ongastaðnar kom fram, at Eyðfinn Finnsson, búskaparfrøðingur, talaði egna vegna.

Tí kundi talan vera um manipulering, ella er stjórin á Hagstovuni á veg út til Høgru.