Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Er træknívur Fólkaflokksins besettur

Ella vísur hansara støðutakan í samband við uppskot javnaðarflokksins enn einaferð hvussu lítla virðing hann sum fiskimálaráðharri hevur yvur fyri manningafeløgunum í fiskiflotanum. Og ikki minni vanvirðing hevur hann fyri teimun monnum úr Indonesia, sum nú í fleiri vikur hava balst úti í ódnarveðrinum í tvær vikur, vitandi um at ein av teirra bátsfeløgum um illa vildi til,var drigin upp av botni við teirra fiskireiðskapi.

Ein ræðulig støða hjá hesum monnum, ið leiðir tankarnar aftur í tíðina tá vanligt var at " shanghaja " sær mannig til tey ymsu skipini. Tá so ein samstundis hugsar um, at føroyskir fiskimenn longu fyri meira enn hundrað árum síðan stovnaðu felag til at tryggja sínum limum livilig kor umborð á teirra abeiðsplássum, so er tað sum fyrigongur í løtuni á føroyskum skrásettum skipum, ein stór etandi skomm, ið vit sum fiskivinnutjóð, ikki eiga at góðtaka tað.

Hvørjar fyritreytir hava hesir menn úr Indonesia sum verða tveittir umborð á eitt fiskiskip, út í eitt tað ringasta sjóøki á vetrartíð. Hava teir yvurhøvur verið á sjónum fyrr, og hvussu skal skiparin samskipa arbeiði umborð. Hvussu hevði støðan verið um 33 føroyingar vóru tveittir umborð á ein indonesiskan fiskibát, í ringasta sjóøki á vetrartíð, við einum indonesiskum skipara, og kanska ongum royndum í hesum fiskiskapi.

Fyri tað fyrsta, so kann skiparin ikki samskifta, við manningina tí hann heilt einfalt ikki kennir málið, eins og hann als ikki er á dekkinum. Óhapp kunna altíð henda, eisini undir bestu umstøðum umborð á skipi, har trygdin er av tí besta. Men um tað er satt, at allir uttan skiparin eru indonesarar, so er tað ein sonn deyðsfella, ið valdar umborð á hesum skipi.

Fyrr í slupptíðini var tað mangan soleiðis, at ikki vóru nokk koyggjir í mun til tað manning í mynstaði við sluppunum. Fyri at bøta um hetta, so vóru teir noyddir at skiftast um koyggjirnar . Hugsaði við mær sjálvum tá eg hoyrdi,at 34 manns vóru við hesum skipi, at so mundi tað verða nakað á stødd við okkara flakatrolarar

Nú skilji eg, at tað er ein ikki serliga stórur hekkutrolari, sum hesir menn búleikast umborð í, so helst eru teir noyddir at skiftast um koyggjirnar, um teir ikki skulu sova á dýrkinum. Sostatt eru føroyskir reiðarar farnir at spola tíðina aftur í slupptíðina. Og so brúka vit kjaft um, hvussu kinverjar fara við sínum sjófólki.

Um ikki samgongan kann seta fiskimálaráðharran uppá pláss í hesum málið, so er tað ein tann størsta vanvirðing, eins og nirðandi hending, i nýggjari føroyskari fiskivinnusøgu. Og skulu vit bíða eftir, at enn ein deyðsvanlukka skal henda á einum føroyskum skrásettum fiskiskipi, áðrenn indonesia ella altjóðasamfelagi ger vart við seg.

Hvat nú um tað var ein av okkara sum lat lív, ístaðin fyri indonesaran. Hevði skipi ikki siglt inn aftaná leitingina, sjálvsagt. Tað skuldi eisini verið sjálvsagt, at skipi kom inn aftaná nevndu hending, tí skipi er ikki undir Grønlandi, men á føroyaleiðini. Neyðars menn sigi eg bara.

Frank Davidsen