Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eru eitur-elvandi soppar í grasi í veruleikanum verja móti djórum?

Fyrilestur í framsýningunum hjá Søvnum Landsins, Brekkutúni 6, Hoyvík, sunnudagin 29.sep kl 19:00.

Eitur-elvandi soppar vaktu ans miðskeiðis í 20. øld, tá tað vísti seg, at hesir vóru atvoldin til, at hópur av húsdjórum í USA og Ný Sælandi doyðu. Kanningar vístu, at plantur verja seg móti plantuetandi djórum við eitur-elvandi soppum, og hetta verður framvegis hildið at vera høvuðsdrívmegin handan hesa symbiosu millum plantur og soppar.

Gransking í Føroyum og øðrum londum varpar nýtt ljós á samanhangir við symbiosuna millum gras og soppar, og hví skipanin viðhvørt brýtur saman.

Kari Saikkonen, professari á MTT Agrifood Research Finland og Marjo Helander, granskari á universitetinum í Turku í Finlandi, vitja í Føroyum fyri at heysta veltuna, sum tey hava havt á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Saikkonen og Helander hava fingið stuðul frá ES-verkætlanini InterAct, sum Jarðfeingi er partur av.

Sunnudagin 29.september kl 19 bjóða finsku granskararnir til fyrilestur um verkætlanina. Fyrilesturin verður í framsýningarhølunum á Søvnum Landsins, Brekkutún 6 í Hoyvík.

Tiltakið er ókeypis.