Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eru sterkir miðlar ein politisk avgerð?

Ein av einglunum skrivar at “sterkir miðlar eru ein politisk avgerð”. Er tað nú so sum amen i kirken við miðlunum?

Oyggjatíðindir 27. juni 2014

Tá ið § 77 var brotin ferð eftir ferð, vaks fram ein ódugnalig pressa úr hesum, uttan mið og mál. Fyri at fólk ikki skuldu blíva í ørviti av úf, kundu tey ikki lurta, uttan at taka tvær kodimagnyl afturvið morgunkaffinum.

Teir sum hava lagt til rættis “einglaraid” ímóti tí almenna, kundu ikki liva við at eitt frælst blað var í Føroyum. Tí blivu lýsingarnar saboteraðar. Ein hevur eisini lyndi til at smírast at hesum sosial-demokratunum, sum fóru inn í handlar at leggja onnur bløð útyvir frælsa blaðið, sum ikki drenaði pening úr landskassanum. Hinvegin skrivaði blaðið um “einglarnar” sum høvdu tjúkkar slangur til familjur, vinir og kenningar, væl plantað niður í “fólksins kassa.”

Í einum frælsum, demokratiskum samfelag eru sterkir miðlar ein sjálvfylgja. Men sjálvfylgjur í Føroyum blíva kallaðar “gransking”, tí felagsnevnarin togar støðið niðureftir allastaðni. Teir hava lukrerað væl og tikið tvey árs gamlar greinar úr Oyggjatíðindi, men nú duga teir heldur ikki tað longur. Teir tóku greinar úr blaðnum, sum ikki var til í teirra heimagjørdu einglaverð.

Um tað almenna sprænir pening út eftir ongum, so skapar hetta inflatión, og úrslitið verður sjálvsagt onki. Her skulu vit ídag hoyra hørpuljóð um at politikkurin skal kompensera fyri manglandi fakliga dygd, ella rættari sagt, dugnaloysi.** Nei, come on, skulu politikarar keypa sær nýggjar “vinir” við “fólksins ogn”.

-credo.