Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eru vit til reiðar at ganga nýggjar leiðir?

Røða í sambandi við at framsýningin Havnin 1000 – 1909 verður latin upp.

Havnin í 900 ár á Býarbókasavninum

Góðu Havnarborgarar.

Í dag lata vit í Tórshavnar Kommunu eina framsýning upp um Havnar søgu í 900 ár.

Tað verður gjørt sum partur av hátíðarhaldinum, nú fólkaræðið í kommununi hevur 150 ár á baki.

Og hví hátíðarhalda vit so tað?

Tað er tí at, kommunalt  sjálvræði og  fólkaræði er yvirhøvur ikki ein sjálvfylgja. Tað er ein heilt serstakur framíhjárættur, sum nógv nógv lond øvunda okkum. Og sum milliónir av borgarum kring heimin kundu hugsað sær, var galdandi á teirra leiðum.

At tað ber til at borgarin fær lut í avgerðunum, sum viðvíkja borgarunum sjálvum. At borgarin hevur ávirkan á egnar lívsumstøður og ikki minst grundleggjandi og lógartryggjaði rættindi, er ikki ein sjálvfylgja alla staðni í heiminum. Langt frá tí. Tað kommunala sjálvræðið skapar ein ótrúligan dynamikk, sum gagnar bæði borgarunum, økinum, har borgarin býr, eins og landinum og allari tjóðini. 

Eg hugsi at tað við hvørt kann vera gagnligt at seta seg inn í, hvussu avgerandi stóran týdning fyri Føroyar og fyri Havnina tað hevði,  alt tað sum hendi fyri uml. 150 árum síðani.  

Tað var ikki einans í Føroyum, at mann fór at virða borgaran og rættindi hansara, tað var um allan heim, at borgararættindi vórðu á lofti. Og dysturin  fyri at vinna borgararættindi og fólkaræði hevur kostað  mong, mong mannalív og nógv  drúgt stríð. 

Tað er áhugavert at síggja, hvussu fólkaræðisliga tilgongdin hendir í Føroyum – eitt lítið sindur seinkað í mun til Norðurlond annars, helst orsakað av stjórnarskipanarligu støðu okkara. Men eisini áhugavert at hoyra, at støðan í Føroyum onkuntíð hevur verið jarnbrot fyri broytingum í Danmark. 

Soleiðis var til dømis í málinum um atkvøðurætt til kvinnur í kommunalum høpi.

Í 1900 helt tann tá  nýsetti amtmaðurin í Føroyum, at tað skuldu gerast broytingar í lógini um kommunustýri í Havn. Bærentsen amtmaður skeyt m.a. upp, at býráðið skuldi verða stjórnað av fólkavaldum limum, men fútin skuldi verða fastur formaður. Valrætt skuldu allir menn í kommununi fáa, tó skuldu teir størstu skattaborgarnir í Havn kunna velja fimta hvønn býráðslim á vali fyri seg.

Peter Adler Alberti løgmálaráðharri helt , at hesar reglur vóru niðrandi og skeivar, og mælir til m.a. til at at eisini konufólk við sjálvstøðugum húsarhaldi fingu valrætt og valbæri til býráðsval. 

Hetta eru nýggir tónar, og Løgtingið fekk alvorliga nakað at hugsa um. Tað vóru tó nakrir skilamenn: (Djóni í Geil, Sørin Müller, Poul Niclasen og J.H. Schrøter) sum nú skutu upp, at lata øllum kvinnum valrætt - eisini teimum giftu. 

Og nú haldi eg fram at endurgeva burturúr skrivi frá høvundunum til Havnar søgu: 

Hóast nakrir í meirilutanum vóru í iva, um kvinnur sum heild vóru nóg búnar til valrætt og valbæri til kommunuval, so var meirilutin samdur um: at skulu ógiftar eins og skildar kvinnur og einkjur, fáa valrætt, eiga eisini giftar kvinnur treytaleyst at fáa henda sama rætt. Tær giftu konurnar eru í øllum lutum líka frægar sum hinar. Tær lata eins nógv til tilverugrundarlagið hjá húskinum, sum maðurin, eru sparnar, ansnar og ala upp børnini. Er maðurin latur ella váttligur, er konan betur fyri at atkvøða enn hann. 

Tá 5-mannanevndin legði síni tilmæli fram til 2. viðgerð í Løgtinginum, var mikil orðadráttur serliga um valrættin hjá kvinnum, antin Løgtingið skuldi samtykkja uppskotið hjá Alberti løgmálaráðharra ella tað hjá meirilutanum í 5-mannanevndini. 

Minnilutin í 5-mannanevndini (Júst Jacobsen, bóndi í Havn) helt, at Løgtingið átti at samtykkja greinina hjá løgmálaráðnum um atkvøðurætt óbroytta. Hann segði, 

at ”føroyingar og serliga kvinnurnar her á landi eru nógv aftari, tá ræður um politikk, enn fólk aðrastaðni í kongsríkinum, …og at ein eigur at bíða eftir, hvat verður í Danmark hesum viðvíkjandi…” 

Uppskotið hjá meirilutanum í 5-mannanevndini fall í Løgtinginum við lítlum meiriluta ímóti. 

Men sambært Kára og Jens Paula varð endin av allari hesari tilgongdini,  at stríðið um býráðslógina í Havn at geva kvinnum og ognarleysum valrætt,  var høvuðsorsøkin til, at lógin um valrætt til kvinnur bleiv samtykt 20. apríl 1908 at galda fyri Danmark og Føroyar. Sig so tað.

Men tað hendi nógv annað spennandi á hesum døgum: 

Danska grundlógin varð samtykt í 1849, og rættindini í donsku grundlógini eru enn galdandi í Føroyum. Men kann tað hugsast, at henda skipan verður broytt, og í størri mun verður ankrað í okkara samfelagi? 

Fyrsta kommunulógin kom í 1866, og fyrsta kommunustýrið í Havn hevði sín fyrsta fund heima í stovuni hjá A.C. Lutzen tann  26. Mai 1866. 
Er Havnin í dag úrslit av hesari fólkaræðisligari tilgongd?

Bátbandið varð tikið av í 1865, tað gav føroyingum og havnarmonnunm eitt frælsi, sum teir helst ikki høvdu droymt um bar til. Hvussu hevði høvuðsvinna okkara sæð út, um henda broyting varð ikki framd.

Giftingarbannið varð søga í 1846, og eisini tað gav borgarum nýggj rættindi og nýggjar møguleikar. Hvørja ávirkan hevði hetta á demografi og fólkatal?

Einahaldilin varð avtikin í 1856. Lat tað upp fyri nýggjum møguleikum?

Kaga vit at kortunum og myndunum á veggjunum her, so síggja vit, hvussu kollveltandi stóran týdning allar hesar hendingar høvdu fyri menningina í Havn og í  Føroyum. 

Hetta vóru nýskipanir sum vildu nakað. Og vit síggja, at tað hevur ikki verið uttan svørðsslag, at fáa undirtøku fyri hesum stóru og kollveltandi nýskipanunum. Og at fáa tær setta í verk.

Tá ið Kgl Einahandilin gavst vóru tað nógv sum stúrdu. Í havnar Søgu s. 9 stendur 
Ein frásøgn sigur, at tá ið nýggjárið 1856 kom, og øll kunnu handla frítt, vóru tað ikki fá, sum stúrdu fyri, at eingin fremmandur fór at koma til Føroyar, og at fyrsta avleiðingin av fríhandli fór at vera hungursneyð”, men “longu í februar mánaði, tá ið tann fyrsti norðmaðurin kom higar, vóru tað ikki færri enn 6 handlar her í Havnini. Flestu teirra handlaðu við  ymsum klædnavørum. Nakrir seldu eisini brennivín og tubbak”,

Í 1831, lýsir Tillish amtmaður føroyingar á henda hátt í skrivi til Rentukamarið. “Almúgan í Havn er tí eisini tann ússaligasta og armasta í øllum Føroyum, og hon má prísa eydnuni, tá ið hon umframt síni egnu klæði, fær skaffað sær so mikið av fiski og torvi, sum krevst fyri at doyva svongdina hjá sær og sínum børnum. Og almúgan hevði neyvan verið før fyri hesum, uttan so at embætismenn og múgvandi her í býnum komu teimum til hjálpar við dagligum olmussum”. 
Hetta eru 34 ár áðrenn at kommunala skipanin fekk gildi í Havn.

Mær lysti at vitað, hvussu mong í dag ynskja Kongligan Einahandil, bátsband og giftingarbann sett í gildi aftur. Og spurningurin er, um vit ikki eisini í dag eiga at vera opin fyri stórum og týdningarmiklum nýskipanum, sum seta fólk og teirra skapandi og lívgevandi førleikar fríar. Og sum skapa javnstøðu og samhaldsfesti millum borgarar í okkara landi.
 
Tað hevur altíð víst seg, at tað loysir seg at hava álit á borgaranum, at geva borgaranum frælsi til at gangnnýta sínar førleikar, og at geva rúm fyri fjølbroytni og fyritakssemi.  
Vit standa í dag frammanfyri stórum avbjóðingum, sum forða fyri framburði og vøksti. 

Vinnuligar nýskipanir eru neyðugar, nýskipanir innan almennar tænastur eru neyðugar og ikki minst er avbjóðingin við demografisku samansetingini ein stóir avbjóðing. 

Vit eru líka óttafull í dag, tá ið vit standa frammanfyri stóru avgerðini, sum tey vóru tá. Tá ið fólkaræði gjørdist veruleiki, sum tá ið Kongiliga Einahandilin varð avtikin eins og bátsbandið og giftingarbannið, sum tók vald frá nøkrum og settu onnur fræls. 

Eg fari at loyva mær at enda við at lesa úr 1. Kapitli í skaldsøguni Barbaru hjá Jørgini Frantz Jacobsen, og hvussu hann lýsti borgararnar í Havn um aldarmótið 1800.  Hesi ússaligu fólk eru leikarar í skaldsøguni, sum fram um aðrar hevur sett Føroyar á heimskortið. Og á sama hátt eru vit øll týðandi finnur í tí stóru søguni um Havnina og um Føroyar. 
Takk fyri

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.