Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ES verkætlan á 24 mio.kr. fer av bakkastokki

Heilsufrøðiliga Starvsstovan er partur av samstarvi undir heitinum ”RASOPTA - Safeguarding future production of fish in aquaculture systems with water recirculation”, ið hevur fingið játtað 24 mió kr í HORIZON 2020 ES stuðli.

Stuðulin er latin innan skipanina ITN (Innovative Training Network) og skal brúkast til at útbúgva 12 PhD lesandi í átta ymiskum londum í Europa.

Í tí sambandi verður í løtuni søkt eftir einum PhD lesandi til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

RASOPTA er eitt breitt samstarv, har bæði vinnufyritøkur og hægri lærustovnar luttaka. Samstarvið umfatar átta lond, sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar, 9 vinnufyritøkur og granskingin fer at umfata fýra fiskasløg (laks, síl, sandáburru og styrju).

Sum heitið á verkætlanini sipar til er høvuðsendamálið at skapa breiða vitan og nýggjar loysnir at betra vatngóðsku og harvið eisini fiskaheilsu og endaligu dygdina á fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt.

Fyri at skapa tær breiðu loysnirnar eru tær ymisku PhD verkætlanirnar samantvinnaðar og snúgva seg um ítøkiligar avbjóðingar í vinnuni og tey lesandi fáa eitt tvørfakligt innlit við eisini at arbeiða á øðrum stovnum og fyritøkum enn har, tey eru sett. Ein av høvuðsuppgávunum í RASOPTA verður at menna ein nýggjan skjótan kanningarhátt, sum í einum kannar fyri nógvar ymiskar sjúkur og vatngóðskuparametrar og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi.

Áhugað kunnu fylgja við í tíðindum, úrslitum og aðrari kunning á heimasíðuni www.rasopta.ku.dk.


gg-ikon.png

Føroyska luttøkan.
Føroyska luttøkan er serliga innan tann partin, sum snýr seg um fiskaheilsu og úr Føroyum luttaka umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar .