Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ES-dómstólurin gevur norsku alivinnuni viðhald

ES-dómstólurin (The General Court) í Luksemborg hevur seinastu viku felt dóm í rættarsakini um dumpingtiltøkini ímóti norskum laksi. Dómurin gevur norsku alivinnuni viðhald og hevur álagt ES at gjalda sakarmálskostnaðin.

Norska Havbúnaðarfelagið, Fiskeri- og Havbruksnæringens Landsforening (FHL), umframt feløgini Lerøy og Salmar løgdu sakina ímóti ES vegna norsku alivinnuna.

“Í tíðarskeiðinum frá 1990 til 2008 var norska alivinnan leypandi undir ákæru um dumping av laksi”, sigur Trond Davidsen, stjóri í FHL. “Grundarlagið undir ákærunum var frá skotskum alarum, sum søgdu, at innflutningsprísurin á norskum laksi lág undir framleiðslukostnaðinum og tískil elvdi til skaða fyri skotsku alivinnuna”.

Norska alivinnan vónar, at punktum nú endaliga er sett fyri líknandi ákærum frá ES, og at gáttin fyri nýggjum ákærum og tiltøkum ímóti norskum alifiski, nú kann væntast at vera hægri enn fyrr.

“Rættarmálið hevur verði vent ímóti ES-ráðharraráðnum, sum í 2006 samtykti eina reglugerð um minstaprís og avgjøld á innflutning av norskum laksi til ES. Í sakarmálinum hava norðmenn kraft, at reglugerðin skuldi ógildug gerast, og at ES skuldi gjalda sakarmálskostnaðin. Frá norskari síðu hevur málið verið prinsipielt, tí minstuprísirnir vóru settir alt ov høgt og uttan fakligt grundarlag”, sigur Trond S. Paulsen, advokatur fyri norsku alivinnuna. Somuleiðis hava norðmenn ført fram, at ES-reglugerðin er í stríð við fleiri ásetingar í ES-regluverkinum um dumping. Eisini í hesum hevur ES-dómstólurin givið norðmonnum viðhald.

Parallelt við sakarmálið í ES-dómstólinum, klagaði norska stjórnin ES tiltøkini ímóti norsku alivinnuni inn fyri Internationalu handilsorganisatiónina WTO. Í januar 2008 endaði WTO sína viðgerð av málinum og kom til ta niðurstøðu, at ES hevði brotið eina røð av WTO-reglum.

Í 2008 endaði ES tiltøkini ímóti norskum laksi, men norska alivinnan hevur fyrireikað grundarlag fyri at reisa endurgjaldskrøv fyri avgjøldini fyri árini 2006 til 2008 uppá 12-14 mió. kr. Norski advokaturin metir, at dómurin seinastu viku hevur givið grundarlag fyri at føra sakarmál um endurgjald.

Kelda: www.kyst.no