Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ester Kristiansen hevur stovukonsert mikukvøldið

Hvør hevur ikki hoyrt hesa regluna: "Sig mær, sig mær, góði… “ í útvarpinum. Mikukvøldið 29. oktober kl. 20.00 fer unga sangskrivaratalentið handan sangin “Einsamøll", Ester Kristiansen, at spæla í stovuni í Stoffalág 18 í Havn á 25’ndu stovukonsertini við heitinum F’LJÓÐ.

Triðja konsertin í hesum umfarinum av vælumtóktu F'LJÓÐ tiltøkunum verður mikukvøldið við nýggja sangara- og sangskrivaratalentinum Ester Kristiansen, sum hevur verið rættiliga nógv at hoyra í útvarpinum seinastu tíðina.

Hevur tað ikki frá fremmandum** Ester er rættiliga nýggj á føroyska tónleikapallinum, men hevur longu gjørt rættiliga vart við seg við sínum heilt serstaka tónleiki - og rødd, ikki minst. Hevur tú hoyrt røddina hjá Ester einaferð, kennir tú hana beinanvegin aftur. Ester hevur eitt heilt serligt úttrykk, sum hon dyrkar málrættað.

Ester hevur ikki tónleikatalentið frá fremmandum. Hon er nevniliga dóttir Birgir Nónsgjógv, sála, sum eisini var tónleikari og kendur, serliga í Sundalagnum og á Skálafjørðinum. Systir hennara, Døgg Nónsgjógv, hevur eisini gjørt vart við seg tónleikaliga.

Fekk eina harða byrjan

Ester fekk ikki nakra lætta byrjan á tónleikapallinum. Fyrsta staklagið hjá Ester "Elska teg" fekk harða móttøku. Á sosialu miðlunum fekk hon nógvar ábreiðslur og persónligar atfinningar fyri at hava stolið heimskenda lagið, Halo, sum er kent frá sendirøðini One Tree Hill. Sjálv sigur hon, at tað var eingin loyna, at bæði lag og uppbygnaður av "Elska teg" var ógvuliga íblást av One Tree Hill lagnum. Hetta hevði hon eisini sagt í samrøðuni í útvarpinum, men ikki nóg týðiliga, so tað var ikki komið við.** Ágangurin var so mikil, at hon mátti fáa sær loyniligt nummar, men við góðari familju og vinum, sum veruliga stuðlaðu henni, er hon komin víðari. Útvarp Føroya var eisini stuðlandi og bjóðaði henni aftur í studio at greiða frá øllum.

Spælir egin løg og okkurt hjá pápanum** Harða byrjanin hevur ikki fingið Ester at steðga við tónleikinum, tvørturímóti. Hon hevur givið fleiri stakløg út síðani, sum eru heilt hennara egnu, m.a. lagið "Einsamøll", sum eisini hevur verið nógv at hoyra.

Ester fer at upptraðka á fleiri festivalum næsta summar, men vit kunnu nú fáa ein forsmakk á F'LJÓÐ stovukonsertini við henni, sum verður 29. oktober. Hon hevur gjørt teir flestu sangirnar, sum hon syngur, sjálv, men hevur eisini tveir sangir við á skránni, sum pápi hennara hevur skrivað.

- Vit gleða okkum almikið til at hoyra Ester framføra í hugnaligu stovuni í Stoffalág 18, sigur fyrireikarin Elin Brimheim Heinesen, og leggur aftrat:

- Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss. Vinaliga skriva boðklivan hjá mær, Elin Brimheim Heinesen, á Facebook at tryggja tær sess - ella við t-posti til elin@heinesen.fo ella editor@music.fo

Fylg við í, hvørjar F'LJÓÐ stovukonsertir eru á skránni her:

www.fljod.com

… ella les meira í faldaranum HER:

http://issuu.com/elinbrimheimheinesen/docs/faldari_fljod_stovukonsertir_kvoeld