Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ES-tollur

Nú verður ført fram, at vit mugu sleppa okkum inn í ES fyri at selja summar virkaðar vørur uttan innflutningsgjald á hesum marknaði. Talan er um ein toll sum er 25%. 

Tað er spell fyri limalondini, at ES rekur økonomiskt kríggj og forðar fríum handli. Hetta kemur ikki at gera felagsskapinum gagn sum frá líður, tí best fyri vælferðina er at vørur hava frítt at fara frá framleiðara til brúkara.
Vit hava jú sæð hvussu teir bóru seg at, tá vit vildu sleppa frítt at veiða innan fyri okkara egna sjómark.

Tað er synd fyri tey virki, sum hava kappingarføra framleiðslu, ikki at sleppa at selja vegna tær forðingar, sum ES í sínum dárskapi finnur uppá.

Við at fara upp í ES missa vit øll tey rættindi vit hava, tí har skulu vit viðgerast sum ein partur av Danmark. Talan er um fullkomuliga innliming, og hana vrakaðu vit longu í 1946. Tað er hesi avgerð fyri at takka, at vit framvegis hava inntøkur av okkara fiski. Hesar inntøkur fara at hvørva sum kavi fyri sól um vit fara at renna eftir teimum fuglum, sum sita á ES-takinum.

Men hvat skulu vit gera fyri at hjálpa teimum fyritøkum, sum verða darvaði í sínum virksemi av tí at ES leggur toll á teirra framleiðslu?

Ein gongd leið er at siga, at tær skulu fáa henda toll endurgoldnan úr landskassanum. Hetta er sjálvsagt ein kostnaður fyri skattgjaldararnar, men vinningurin er at framleiðarar kunnu arbeiða við at fjøltátta okkara vinnulív og skapa arbeiðspláss uttan at verða forðaðir av teimum ásetingum, sum trýstbólkar í ES hava fingið ígjøgnum.

Hvussu nógv hetta hevði kostað okkum í beinleiðis almennum útreiðslum kundi ein kanning avdúkað, men at vinningurin hjá okkum hevði verið stórur, tá ið saman um kom, er einki at ivast í.

Zakarias Wang