Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Et fisk og ikki grindahval fyri at liva heilsugott siga forsprákararnir

Bretsk-føroyski felagsskapurin Grindahvalur er í dag farin undir eina herferð í Føroyum. Felagsskapurin er ein non-profit felagsskapur, sum hevur til endamáls at veita óhefta, dagførda, vísindindaliga grundaða vitan um grindahval, eitrandi dálking og fólkaheilsu.

Tíðindaskriv: mikudagur 24.januar 2018

Við ársbyrjan varð ein talvulýsing við dramatiskari yvirskrift sett upp í Tórshavn fyri at varpa ljós á ta hóttan, sum ídnaðarlig eiturevni eru fyri bæði hvalin og fyri tey folk, sum eta hvalin. Yvirskriftin er, ‘Ávaring: Eitraður!’ og ávarar, at ‘Grind kann skaða heilsu tína!’ Hon viðmælir, at folk eta meira fisk og ikki grindahval, fyri at liva heilsugott.
 
Nú hevur felagsskapurin Grindahvalur sent út eitt upplýsandi rit til hvørt húsarhald í Føroyum, sum gevur meira vitan um vandarnar við vandamiklum eitrandi dálkingarevnum, sum hópast upp í føðiketuni, og soleiðis hótta grindahvalin og fólkini, sum eta hvalin.
 
Felagsskapurin Grindahvalur framleiddi ein film við sama heiti, har Sir David Attenborough hevði innleiðandi orðini, og sum varð frumframsýndur í Tórshavn í 2016. Filmurin er síðani vístur tríggjar ferðir í føroyskum sjónvarpi. Filmurin, sum varpar ljós á ta hóttan, sum dálking er fyri hvalin og fyri menniskju, er vístur runt um í Føroyum, og er at síggja online á www.grindahvalur.org  og umvegis almennu bókasavntænastuna.
 
Í filminum vísir BBC sjónvarpsmaðurin David Attenborough føroyingum á møguleikan fyri eini øðrvísi framtíð við grindahvalinum og sigur:
 
“Grindadrápið hevur hjálpt føroyingum at yvirliva í einum hørðum náttúruumhvørvi í óteljandi ættarlið, men sama eitrið, sum hóttir hvalirnar hóttir nú eisini fólkini, ið eta teir. Føroyingum nýtast ikki at slíta serliga sambandið við grindahvalin, men heldur at umdefinera tað: Hugtakandi djórini kunnu halda fram við at hava virði fyri føroyingar gjøgnum hvalaferðavinnu, heldur enn sum matvøra, á ein hátt, sum kann lívbjarga bæði hvalum og føroyingum langt inn í framtíðina.”
 
Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur, tey seinastu 30 árini, mangan víst á hesar vandar. Hann metir, at grindahvalur er ikki longur egnaður sum mannaføði, og altjóða vísindalig gransking stuðlar undir hansara áskoðan. Hann sigur:
 
“Mín vón er, at hetta stóra offur hjá føroyska fólkinum at gevast við at eta henda siðbundna mat, kann verða brúkt sum ein boðskapur til restina av verðini um, at vit skulu verja okkara høv betur. Tí um føroysk børn og vaksin hava fingið mein av hesum dálkingarevnum, kann tað væl hugsast, at eisini t.d. heilsan hjá súgdjórunum í havinum er ávirkað”.
 
Andy Ottaway, umhvørvisverndarfólk og co-produsari av filminum Grindahvalur segði:
 
“Eitranin av høvunum og av hvalunum er ein áhaldandi sorgarleikur, sum nú eisini hóttir heilsuna hjá menniskjum. Hetta er ikki eitt kjak um grindadráp, men um alheimsdálking og um eina stóra hóttan móti fólkaheilsuni. Okkara endamál er at leggja fram vísindaliga-grundaði fakta, so at føroyingar sjálvir kunnu taka støðu til, hvat er best fyri teir og framtíðina hjá børnum teirra.”
 
Rúni Nielsen, matvørutrygdarráðgevi og umhvørvisverndarfólk, sum býr í Tórshavn segði:
 
“Framtíðin hjá Føroya fólki er treytað av einum heilsugóðum kosti og tíverri kann grindahvalur ikki longur vera partur av honum. Vísindaligu prógvini og læknafrøðilig gransking vísa okkum klárt á veg. Tað er ikki rætt at drepa fleiri hvalir hvørt ár, sum vit ikki eiga at eta. Um vit ynskja eina sunna føroyska tjóð, mugu vit viðurkenna fakta og eta nógv meira fisk, ikki hval”.

Meira kunning fæst við at vitja: www.grindahvalur.org